Tablettir tríggjar ferðir um dagin

Nýggj kanning av CTD sjúklingum staðfestir týdningin at taka karnintintablettirnar.

Í juni farna ár vardi Jan Rasmussen sína Ph.D. ritgerð um herviligu CTD sjúkuna, og nú hevur hann nýggja grein í altjóða vísindaliga tíðarritinum JIMD Reports.

 

Jan Rasmussen, sum er lækni á medisinsku deildini, hevur gjørt greinina í samstarvi millum annað Magna Mohr, lektara á Fróðskaparsetrinum. Greinin ber heitið ”Carnitine Levels in Skeletal Muscle, Blood, and Urine in Patients with Primary Carnitine Deficiency During Intermission of l-Carnitine Supplementation”.

 

Sambært heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, greiðir grein frá hvussu karnitinvirðini falla í vødda, blóði og landi hjá sjúklingum við ringa slagnum av CTD, tá teirra dagliga karnitin ískoyti verður steðgað. 

 

- Kanningin vísti, at fría karnitinið í blóði fellur niður í helvt longu 5-9 tímar aftaná seinastu inntøku av karnitintablettum. Tískil er umráðandi hjá sjúklingunum at taka karnitin regluliga í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin, skrivar Fróðskaparsetrið.

 

Kanningin varð framd á Landssjúkrahúsinum, har fimm sjúklingar vóru innlagdir í fimm dagar, og onnur úrslit frá kanningunum væntast verða almannakunngjørd í komandi greinum.