Tá vit fara at fagna Føroya Grundlóg

Var ikki sørt skakkur í morgun, tá eg árla á morgni fór av Argjum heim til Havnar, tí tað fyrsta, eg síggi røra seg, er ein flaggskrýddur býarbussur.

Var ikki sørt skakkur í morgun, tá eg árla á morgni fór av Argjum heim til Havnar, tí tað fyrsta, eg síggi røra seg, er ein flaggskrýddur býarbussur. Hann flaggaði við donskum fløggum. Hugsaði beinanvegin, at nú vildi Heðin ikki standa aftanfyri Sjúrð og Aksel í danska tjóðskaparstríðnum, so Heðin tónaði bara reint flagg.

 

Men so kom eg sjálvandi at hugsa um, at í dag er danskur grundlógardagur, og er tjóðardagur í Danmark, so eiga vit eisini at sýna kurteisi og lata Danabrók fáa pláss á stongum og bussum. Eg havi størstu virðing fyri tjóðarfløggum, tjóðardøgum og teimum grundlógum, sum lond hava skipað seg við. Hetta eru grundleggjandi rættindi, virðir og súmbol, sum tjóðirnar savnast um.

 

Í Føroyum er grundlógardagurin hálvur frídagur, men ongin hátíðarheldur hann, tí grundlógin er ikki okkara verk, og vit hava heldur ikki samtykt hana. Okkara lítli áhugi at hátíðarhalda grundlógardag og grundlógina er talandi dømi um stýrisskipanarliga misljóðið millum Danmark og Føroyar.

 

Varðveita vald

Grundlógin og hugtakið eindarstaturin eru evnað soleiðis til, at danski staturin skal tvíhalda um sítt vald á hjálondum og atlondum. Gamaní hava vit fingið nøkur grundlógarfest rættindi sum einstaklingar, men Føroyar sum tjóð fingu onki frælsi burtur úr donsku grundlógini. Tvørturímóti hava ráðandi stjórnir hvør eftir aðra tulkað grundlógina so avmarkandi, at Føroyar enn vóru amt, um ikki poltiski og samfelagsligi realiteturin tvingaði nýggjar skipanir ígjøgnum, sum flutti nakað av ræðisrættinum til Føroya.

 

Árini 1940 til 1945 vóru viðurskiftini soleiðis háttað, at tjóðin mátti lívbjarga sær uttan danska hjálp, og tí vendist ikki aftur til hjálandatíðina. Burtur úr tí spurdist eitt nýtt tíðarskeið undir eini heimastýrislóg, sum ongin heimild er fyri í grundlógini.  Tí liva vit framvegis við eini grundlóg, sum vit ikki hava samstykt, og sum gongur ímóti okkara fatan av okkum sjálvum sum land og tjóð.

 

Fyri fýra árum síðan lá í løgtinginum eitt uppskot til føroyska grundlóg, sum allir flokkar tóku undir við. Ein grundlóg, sum staðfesti, at evsta vald í Føroyum liggur hjá fólkinum, sum her býr.  Ein grundlóg, sum avspeglaði føroysku fólkasálina, nattúruna í Føroyum, frælsið og fólkaræðið.

 

Men danski forsætisráðharrin gjørdi púra greitt, at danska stjórnin vildi ikki góðtaka uppskotið, tí ríkið kom í stríð við seg sjálvt, um avgerðin at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land lá í Føroyum.

 

Lars Løkke og hansara politisku tænarar hugsaðu neyvan um Føroyar og vælferðina hjá føroyingum, tá teir langaðu eitt betongjuridiskt notat á borðið og kveistraðu føroysku grundlógina av borðinum. Heldur var tað óttin fyri at missa ræðið á Grønlandi, sum gevur Danmark altjóða geopolitiska tyngd, ið fekk teir fram á gólv.

 

Gekkaskorturin fall

At Danmark tekur egin áhugamál fram um føroysk áhugamál, gekk eisini sjón fyri søgn bara trý ár seinni í makrelstríðnum. Tá Danmark skuldi velja millum at taka atlit til áhugamálini hjá Europasamveldinum og Føroyum, valdi Danmark ES og stongdi allar havnir fyri føroyskum útflutningi.

 

Tá fall gekkaskorturin endaliga. Heimastýrislógin, eindarstatur og alt annað í notatinum frá løgmálaráðnum er bara bluff. Tað snýr seg um makt og atgongd til ríkidømi, sum kann tryggja vælferðina hjá fyrst og fremst Danmark, síðani ES og ikki fyrr enn í triðja lagi koma føroysk áhugamál.

 

Í Føroyum mugu vit ásanna, at einastu fólk í heiminum, sum hava vælferðina í Føroyum fremst í huga, eru føroyingar sjálvir. Bara vit sjálv vilja av heilum huga menna okkara land.

 

Tí má skipanin, sum Føroyar virka í, svara til hendan veruleikan. Framtíðin býður okkum kanska okkurt slag av felagsskapi við Danmark, men hann má vera frælsur.

Í einum frælsum felagsskapi hava Føroyar fult altjóða virkisfrælsi politiskt, búskaparliga og løgfrøðiliga, og vit røkja sjálv okkara áhugamál allastaðni, har vit koma framat. Útgangsstøðið fyri hesi skipan skal vera ein føroysk grundlóg.

 

Eg gleði meg til tann dag, vit eisini hátíðarhalda ein føroyskan grundlógardag.

 

Magni Arge, fólkatingsvalevni hjá Tjóðveldi