VeÐurlag
Árni Joensen:
Higartil hava veðurlagsgranskarar hildið, at meðalhitin á Jørðini fer at veksa í mesta lagi 5,8 stig í 21. øld, men nú vísa nýggjar kanningar, at hendan metingin røkkur ikki. Nú verður hildið, at meðalhitin kann veksa millum sjey og tíggju stig tey næstu hundrað árini.
Paul Crutzen, professari, sigur við tíðarritið New Scientist, at smáir bitlar av svávuli og øðrum evnum hava »steðgað« strálunum frá sólini upp í atmosferuni. Høvdu hesir bitlarnir ikki verið har, hevði hitin á Jørðini helst vaksið fýra ferðir skjótari, enn hann ger. Við øðrum orðum hava vit verið heppin, at hitin á Jørðini bara er vaksin 0,6 stig seinastu hundrað árini.
Men hesir somu bitlarnir eru vandamiklir fyri fólk í nógvum stórum býum, tí tað kann vera lívshættisligt at anda teir í seg. Í Kina eru myndugleikarnir farnir í hernað ímóti slíkum bitlum, skrivar New Scientist.










