Tað verður strævið hjá Mjølni

Nú tað er líkt til, at SÍ ikki fer at verða tann sami fasti stiggevarin, sum teir vóru í fjør, kunnu onnur lið koma í vanda fyri at enda heilt niðri í botninum. Eitt av hesum er Mjølnir

 

Trúgvi H. Poulsen, sum er ein av veteranunum hjá Mjølni og í føroyskum flogbólti, roknar við, at mansliðið hjá Mjølni fer at fáa eitt tungt ár í ár.

Í fjør var SÍ tað avgjørda botnliðið, sum øll hini vunnu á, men vit kunnu longu nú siga, at soleiðis verður ikki í ár. Við øðrum orðum skulu aðrir botnkandidatar finnast, og í løtuni er tað nærliggjandi at meta Mjølnir sum ein sovorðnan.

- Eg veit ikki rættiliga hvat eg skal siga til hatta, men tað er heilt vist, at tað verða fleiri lið, sum fara at kappast sínámillum í vetur, enn tað var í fjør, sigur Trúgvi.

Hann ásannar, at støðan í løtuni ikki sær so øgiliga bjørt út hjá Mjølni.

- Fram eru sterkir, og tað er Fleyr eisini. Og SÍ vann sannførandi móti ÍF, sum jú er føroyameistari, staðfestir hann.

- Vit hava mist fólk, og tað merkist. Boban er farin, og tað sama er Hjalti, sum vit hava havt í miðblokkinum. Móti Fram var John Syderbø heldur ikki við, tí hann var skaddur. Tíbetur hava vit frívikuskifti næstu ferð, og hann skuldi verið klárur aftur til um tvær vikur, sigur Trúgvi Poulsen, sum ikki beinleiðis vil tosa um at enda aftast. Men Mjølnir man ikki skrúva vónirnar alt ov høgt upp í ár.