Tað verður sera tætt millum ja og nei í morgin

Tvær kanningar kvøldið fyri ES-fólkaatkvøðuna í Bretlandi vís lítlan meiriluta fyri nei-síðuni, meðan tvær aðrar vísa ja-stuðul.

 

Tað verður spenningur til tað allarsíðsta við bretsku fólkaatkøvðuni í morgin, tá Stórabretland skal taka støðu til limaskapin í Evropiska Samveldinum.

 

Fýra tær seinastu kanningarnar fyri fólkaatkvøðuna vísa, at tað verður sera javnt millum partarnar.

 

Tvær av kanningunum vísa ein lítlan meiriluta fyri, at bretar skulu verða verandi í ES. Hinar báðar vísa stuðul til tann partin, sum vil úr ES.

 

Ein kanning, sum Comres hevur gjørt fyri sjónvarpsstøðina ITV og blaðið Daily Mail sigur, at 48 prosent halda, at Stórabretland skal halda fram sum limur í ES, meðan 42 prosent vilja úr ES. 11 prosent hava ikki tikið støðu enn, skrivar Reuters.

 

Í eini kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri blaðið The Times verða bara teir veljarar, sum hava tikið støðu, taldir við. Tann kanningin vísir, at 51 prosent vil varðveita ES-limaskapin, meðan 49 prosent vilja úr ES.

 

Fyrr í kvøld vístu tvær aðrar kanningar eina lítla føring fyri at fara úr ES. Ein meinginarkanning frá greiningarfelagnum Opinium vísir, at 45 prosent stuðla partinum sum vil úr ES.

 

Tey, sum vilja verða verandi í ES eru har 44 prosent, vísir kanningin.

 

Ein kanning frá greiningarfelagnum TNS vísir, at 43 prosent stuðla ES-mótstøðuni, meðan ES-viðhaldsfólkini standa at fáa 41 prosent stuðul.

 

TNS kanningin er gjørd online í síðstu viku millum 2.320 veljarar.

 

Beint eftir, at hesar ES-skeptisku kanningarnar vórðu almannakunngjørdar, fall rentan á amerikanskum statsobligatiónum á børsinum, skrivar Reuters.

 

Bretsku polilitikararnir eru farnir undir endaspurtin í valstríðnum.

 

Boris Johnson, fyrrverandi borgarstjóri í London, var á snarferð runt í Stórabretlandi, har hann legði dent á fyri veljarunum, at tað er ikki eitt gott hugskot at verða verandi í ES og at royna at nýskipa felagsskapin innanífrá, skrivar BBC.

 

– Eg vóni, at vit skriva søgu í morgin, sigur Boris Johnson.

 

Konservativi floksfelagi hansara, David Cameron, forsætisráðharri, var somuleiðis á rundferð í landinum. Men Cameron roynir hinvegin at sannføra veljararnar um, at teir skulu atkvøða fyri framhaldandi limaskapi í ES í morgin.

 

Cameron endurtók ávaringina um, at avgerðin ikki kann broytast, um bretsku veljararnir atkvøða nei til framhaldandi limaskap í ES.

 

– Tað ber ikki til at loypa út úr flogfarinum og síðani royna at klintra innaftur gjøgnum lúkuna í stýrihúsinum aftaná, segði forsætisráðharrin við BBC Radio.