Tað verður saknur í Jóannes Eidesgaard

Tað kom ikki óvart á Kaj Leo Holm Johannesen Løgmann, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá í kvøld, at hann leggur frá sær. - Jóannes Eidesgaard og eg hava altíð tosað nógv og væl saman og vit hava eisini tosað saman um hetta.

Hetta er ein avgerð, hann hevur hugsað um eina tíð og hann hevur tosað um støðuna við okkum.

Løgmaður leggur afturat, at hann hevur bara alt gott at bera fráfarandi landsstýrismanninum.

- Vit hava verið rúkandi ósamdir um politikk. Men vit hava altíð havt gott samstarv og vit havt stóra virðing fyri hvørjum øðrum menniskju og hava tí altíð kunna tosa okkum til rættis. Tað er helst ein orsøk til, at vit hava megnað at funnið semjur í so nógvum málum.

- Men vit hava hildið ósemjurnar innanfyri tey politisku málini og vit hava ikki tikið tær við okkum út um politikkin, leggur hann afturat.

Kaj Leo Holm Johannesen gevur skjótt fyrrverandi landsstýrismanninum tað skoðsmál, at hann hevur verið serstakliga arbeiðsamur í sínum politiska starvi.

- Men hann er eisini gamal í garði og hevur verið ígjøgnum tvær av teimum størstu kreppunum, sum hava rakt føroyska samfelagið.

- Tað hevur givið honum ómetaliga drúgvar royndir, sum hava verið øgiliga hentar hjá okkum, sum nú eru í politikki og eg havi lært nógv av honum, sum politikara, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Tað verður heilt avgjørt saknur í Jóannesi Eidesgaard, tí hann tað er eitt megnar avrik, hann leggur eftir sær í politikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.