Tað verður ørt

Ólavur Presley hevur altíð verið og fer altíð at verða svakur, so fólk fáa eitt ordiligt show og eitt ræðuligt ýl, sigur Ólavur Presley um framførsluna hjá Rag Rags í kvøld Ólavur Klakk er nakað fyri seg í føroyskum tónleiki. Tá ið hann gerst til Ólavur Presley í bólkinum Rag Rags kann eingin steðga honum, og soleiðis verður eisini í kvøld, tá ið bólkurin skal spæla til Straight Parade í Klaksvík.

 

- Rag Rags spæla so sjáldan longur, men tá Statshospitalið letur dyrnar upp, so fara vit út og spæla eina konsert, sigur hann.

 

Ólavur Presley hevur roynt bæði eitt og annað, tá ið hann hevur verið á palli við Rag Rags. Einaferð skuldu teir lata, sum um hann bleiv hongdur, men tað gekk heilt ikki heilt eftir vild, og Ólavur kom illa fyri á pallinum.

 

- Eg misti ikki lívið ta ferðina, so eg kann spæla aftur leygarkvøldið, men vit fara ikki at royna at heingja meg aftur. Tað verður undirhald og tónleikur, og Rag Rags er ein bólkur, sum skal upplivast, sigur Ólavur Presley.

 

Umframt Rag Rags verða eisini Dynamitt, Hjarnar, Hallur Joensen og Jørgin Dahl at hoyra á Straight Parade tiltakinum. Eisini fara tríggir yngri bólkar ? Cirkus, Rógi & Co. og Concrete ? at spæla. Tiltakið verður í Badmintonhøllini í Klaksvík og byrjar kl. 22.00.