Tað verður nógvur vindur í kvøld

Danska veðurstovan DMI roknar við stormi í Føroyum

Vit kunnu vænta eitt buldrasligt kvøld í kvøld við nógvum vindi. Sambært veðurfrøðingi hjá donsku veðurstovuni DMI verður tað kanska stormur, og talan kann verða um kolandi storm í hvirlunum.

Hvussu ringt veðrið verður, veldst um, hvussu lágtrýstið fer at vísa seg, sigur danska veðurstovan. Men tað kann eisini broytast, sum dagurin líður, verður sagt. Á DMI fylgja tey við, og har verður allarhelst dagført um veðurstøðuna í Føroyum seinni aftur.

Men um tað verður ódn í kvøld, so er nokk skilagott hjá føroyingum at taka ting inn, sum liggja og sløðast úti í garðinum.

DMI hevur lagt hesa myndina út á heimasíðu sína, sum lýsir væntaða veðrið í Føroyum í kvøld:

##med2##