- Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleyst.
Christian Andreasen, løgfrøðingur, var bersøgin á fundi í Havnar Framburðsfelag í gjárkvøldið.
Tað var Eysturoyartunnilin, sum var á skránni og har fekk Fólkaflokkurin ákoyringar fyri at taka undir við, at eitt privat felag skal gera og reka Eysturoyartunnilin.
Ikki minst var Christian Andreasen, løgfrøðingur, rættiliga greiður og ítøkiligur í sínum atfinngingum.
Tá ið hann vildi hava at vita frá Jákup Mikkelsen, formanni Fólkafloksins á tingi, hvussu stórt avkastið hjá privata felagnum verður, svaraði Jákup Mikkelsen:
- Eg veit ikki, tað hevur ongan áhuga fyri meg.
Christian Andreasen spurdi, hvussu Fólkaflokkurin kann atkvøða fyri einum uppskoti, har tey ikki vita so frægt sum, hvussu stórt avkastið hjá privata felagnum verður og har ongin áhugi er fyri avkastinum.
- Donsku pensjónsgrunnarnir hava sett sær sum mál, at avkastið skal vera seks prosent, men sjálvir klára teir ikki at finna tær íløgurnar.
- Tískil finna teir sær nakrar ”gullfuglar” , nakrar ”projektmakarar”, sum hann kallaði tað, ið kunnu tryggja teimum eitt hægri avkast.
- Tað hevur eisini verið frammi, at avkastið er ikki 10% av eginognini, men 10% av allari íløguni.
- Samstundis hevur stjórin í Pensjon Danmark upplýst, at hesir gullfuglarnir skulu hava eina samsýning og hon er 0,5% av íløguni, umframt ein triðing av avkastinum omanfyri átta prosent.
- Hvussu kunnu tit samtykkja eitt mál, har fýra privatmenn skulu hava eina samsýning upp á 6,5 milliónir um árið, spurdi Christian Andreasen, Jákup Mikkelsen.
- Tað er hetta, sum ikki tolir dagsins ljós og tí er alt loyniligt.
Kollvelting
Christian Andreasen sigur, at verður uppskotið um ein privatan Eysturoyartunnil samtykt, verður kollvelting í Føroyum.
- Eg hevði aldrin ímynda mær, at eg skuldi koma í eina støðu, har samgongan í fullum álvara leggur eitt uppskot fyri Løgtingið, har innihaldið er loyniligt.
- Tað er fullkomið vitloysi, sigur Christian Andreasen.
Hann sigur, at eitt annað, sum er púra galið, er, at samgongan ætlar at geva einum privatum felagið rættin til Eysturoyartunnilin, uttan at hava nakra sum helst ávirkan á prísin fyri at koyra ígjøgnum.
- Eg havi aldrin hoyrt um at slík loyvi, uttan at myndugleikin eisini setir treytir við, hvussu prísstøðið skal vera.
- Tað kenna vit bæði frá SEV og Føroya Tele, fyri at nevna tvey dømi, sigur hann.
Ongin trupulleiki
Jákup Mikkelsen roynir at verja avgerðina hjá Fólkaflokkinum, har øll tingmanningin tekur undir við einum privatum tunli, uttan Bjarni Djurholm, sum tað sæst í aðrari grein er á síðunum.
- Hann dugir ikki at síggja trupulleikan í, at eitt privat felag vil sleppa at gera eitt hol undir Tangafirði og hann helt ikki, at tað var gamalt, at Fólkaflokkinum var bangin fyri, at nakar hevði vinning.
- Hetta er ein íløga, Landskassin onki hevur at gera, men afturfyri fær landskassin ráð til at gera Sandoyartunnilin.
Við máta
Uni Danielsen sum er stjóri í partafelagnum, sum rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, hevur einki ímóti, at fólk hava vinning.
Men alt skal vera við máta
- Í hesum føri gevur Eysturoyartunnilin avlop við einum prísi á 40 krónur fyri hvønn bil, sum koyrir ígjøgnum. Tí er tað órímiligt, at eitt privat felagið kann seta prísin hægri, sigur Uni Danielsen.