Tað verður kaos

Løgtingskvinna spyr um vit skulu øll almenn arbeiðspláss á uppboðssølu - men tá heldur hon, at nógv fólk høvdu farið við karamellublikkinum at mótmæla

 

- Høvdu vit selt almenn arbeiðspláss á uppboði, høvdu vit hoyrt herróp og mótmælisgongur við karamellueskjum. 

 

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, turrisliga. Men hon heldur, at tað hevði heldur ikki borið til, tí soleiðis kann eitt vælvirkandi samfelag ikki virka.


Men hon heldur, at til fyri nýliga hevði heldur ongin hugflog at hugsa sær til, at arbeiðsplássini hjá fiskimanninum fóru at verða seld á uppboði.

 

Men hetta er júst tað, samgongan nú ætlar, leggur hon afturat.

- Tað er púra vist, at ger samgongan tað uppboðssølu, tey lovaðu fyri valið, verður kaos, har okkara høvuðsvinna og sostatt alt samfelagið verður koyrt út í óvissuna, sigur løgtingskvinnan.

 

Hon spyr, hvussu verður við arbeiðsplássunum umborð á fiskiskipum. Bjóðar onkur hægri á uppboðssøluni, missa nógvir fiskimenn sítt arbeiði og gerast kanska arbeiðsleysir.

 

- Fara fíggingarstovnar at lána sjómenn pening til húsabygging, har so stórur ótryggleiki valdar um framtíðar arbeiðsplássini hjá teimum, spyr hon. 
Hon spyr eisini um samgongan vil standa model til, at munur verður gjørdur á arbeiðsfólki.

 

- Almennu arbeiðsplássini eru stundum  ein lívstrygging, men arbeiðsplássini í okkara høvuðsvinnu við uppboðssøluni verða koyrd út í eina óvissu.