John Kerry vann uppstillingarvalið í fimm statum fyrradagin. John Edwards vann eitt og Wesley Clark eitt. Kerry vann í Arizona, Delaware, Missouri, North Dakota og New Mexico. Edwards vann í South Carolina og Wesley Clark vann í Oklahoma.
John Kerry hevur nú vunnið sjey av níggju uppstillingarvalum og er tí greitt á odda. At John Edwards verður mettur sum maðurin, ið kann taka dystin upp við John Kerry, kemst av, at hann var nummar tvey í tveimum statum og bara nakrar hundrað atkvøður frá at vinna í Oklahoma.
Eygleiðarar siga, at úrslitið fyrrakvøldið vísir, at John Edwards hevur gott tak á veljarunum í suðurstatunum og longri vesturi, og at tað kann fáa avgerandi týdning fyri tað endaliga úrslitið, tá demokratarnir skulu gera av, hvør skal bjóða Bush av í november.