- Tað verður ikki so leingi, eg eri landsstýrisfólk á økinum, at hassj, ella onnur rúsevni, verða lóglig í Føroyum.
Tað ger Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, púra greitt í Løgtinginum.
Tað vakti ans, tá ið Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sæti á tingi sum varalimur fyri Framsókn, heitti á Løgtingi um at viðgera spurningin um at gera hassj, marihuana, og onnur bleytari rúsevni, lóglig í Føroyum.
Hann legði kortini dent á, at hetta er ikki sjónarmiðið hjá Framsókn, men hansara egna meining.
Hann heldur ikki, at tey gera so stóran skaða, og verða tey lóglig, kunnu løgregla og tollvald heldur miðsavna seg um at leita eftir hørðum rúsevnum, sum eru tey, ið gera tann stóra skaðan.
Og hann heldur somuleiðis, at tað skal ikki vera Føroya Løgting, sum skal gera av, hvat hann koyrir í seg.
Les eisini: Løgtingsmaður vil gera hassj lógligt í Føroyum
Men kortini róðu summir fleiri tinglimir, serliga úr Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, aftur og aftur fram undir, at tað er Framsókn, sum er sinnað at gera hassj lógligt, og at tað enntá varð róð fram undir, at hetta var ein vegur, samgongan var sinnað at fara.
- Sjálvandi umboðar hann Framsókn, tí hann er valdur á ting fyri Framsókn, staðfesti Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin
Les eisini: Løgtingsmaður: Vit skulu umhugsa at gera hassj lógligt í Føroyum
Sum vit skrivaðu fyri einum tíma síðani, eru tað fleiri tinglimir, sum halda, at útsøgnin hjá Bjarna Kárason Petersen, er heilt burturvið.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna á økinum, heldur, at tinglimirnir, sum føra fram, at tað er politikkurin hjá samgonguni, eru farnir heilt av kós.
- Sjálvandi skal tað bera til at viðgera øll viðurskifti í Løgtinginum. Men eg kann siga fyri meg, og fyri samgonguna annars, at hetta er ikki veruleikin.
- Eg kann so siga púra greitt, at tað verður ikki so leingi, eg eri landsstýrisfólk á økinum, at hassj, ella onnur rúsevni, verða lóglig í Føroyum, sigur hon.










