Nú um vikuskiftið verður tiltakið »Livandi tilfeingi« í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.
»Livandi tilfeingi« er eitt afturvendandi tiltak, sum er eina ferð um árið, og at siðbundið føroyskt handverk verður sett í miðdepilin.
Har verða livandi verkstøð, har fólk sleppa at síggja, hvussu handverkarar brúka dreyibonk, hvussu tey arbeiða í eini smiðju við grúgvu, hvussu tey seyma við seymimaskinu, og hvussu tey brúka ymisk hondamboð.
##med2##
– Tey sum koma at hyggja, sleppa at síggja tilfarið, teknikkin og framferðarháttin, men ikki minst, tey kunnu keypa hondgjørdar vørur, sigur Olga Biskopstø í Útoyggjafelagnum, sum er við í fyrireikingunum.
Tey hondverk, ið verða við, eru úr jarni, træi og gróti, ull, toyi, leiri, umframt at fólk fara at gera smúkkur, og matur verður eisini.
##med3##
Tiltakið er alment og eitt endamál við tí er at stuðla upp undir gamalt, føroyskt hondverk av ymsum slagi. Og tað verður alt saman kryddað við tónleiki, kaffi, kaku, suppu og øðrum, sigur Olga Biskopstø.