Tað verður helst "Non"

Alt bendir á, at fransmenn fara at vraka ES-grundlógaruppskotið á fólkaatkvøðuni í morgin

-Vit eru komin til endan á einum góðum demokratiskum orðaskifti, og nú skulu vit taka støðu - ikki um vit vilja hava hesa stjórnina ella ikki, men um tygara framtíð, framtíðina hjá børnum tygara, framtíð Fraklands, framtíð Evropu.

Soleiðis byrjaði Jacques Chirac, forseti, sína seinastu roynd at sannføra veljararnar um, at teir eiga at atkvøða ja í morgin. Sjónvarpsrøðan hóskvøldið var ein av teimum fáu hjá Chirac, men tað var týðiligt, at hon helst var tann týdningarmesta. Tí í hansara eygum fær tað avleiðingar, siga fransmenn nei.

-Evropa fer at steðga upp, meðan hin parturin av heiminum fer at halda fram, segði tann 72 ára gamli forsetin og legði afturat, at við at taka undir við ES-grundlógini kunnu veljararnir forða fyri, at fleiri franskar verksmiðjur lata aftur.

-Slutur, sigur fyrrverandi sosialistiski forsætisráðharrin Laurent Fabius, sum óalment er vorðin oddamaður hjá teimum, sum mæla fransmonnum til at atkvøða nei í morgin.

Í seinastu løtu fingu hann og hansara viðhaldsfólk heldur óvæntaða hjálp frá sjálvum ES-formanninum, Jean-Claude Juncker. Juncker, sum er forsætisráðharri í Luksenburg, segði við belgiska blaðið La Soir í gjár, at lond, sum vraka ES-grundlógina, eiga at fáa høvi til at taka støðu til spurningin eina ferð afturat seinni.

Tað kemur mótstøðuni í Fraklandi væl við. Í gjár søgdu tær seinastu kanningarnar, at 54 prosent fara at siga "non" í morgin, og at 46 prosent fara at siga "oui".

Í næstu viku skulu niðurlendingar taka støðu til ES-grundlógina, og eina góða viku seinni verður fólkaatkvøða í Luksenburg. Í september eru tað danir, sum skulu taka støðu, og í løtuni er eingin ivi um, at danir fara at siga ja. Tann seinasta kanningin, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísti, at 49 prosent av teimum spurdu høvdu gjørt av at siga ja, og at 31 prosent ætlaðu sær at siga nei. 20 prosent vistu ikki.