Tað verður lokaluppgerð í Gundadali í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og í hini hálvfinaluni hittast KÍ og NSÍ. Harvið er tað greitt, at tað í finaluni verður eitt lið úr høvuðsstaðnum og eitt av bygd, sum fara at dystast í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið 26. august.
NSÍ og KÍ hava ongantíð spælt ímóti hvørjum øðrum í finaluni, og soleiðis verður tað heldur ikki í ár. Lutakastið í Degi og viku í kvøld lagaði tað soleiðis, at KÍ og NSÍ hittast í hálvfinaluni. Hesi bæði liðini spældui eisini hálvfinalu í fjør. Tá vann KÍ seg víðari, og klaksvíkingar vunnu eisini finaluna, sum var ímóti Víkingi.
Møguleikin fyri finalu millum tey bæði stóru feløgini í Gundadali verður nevndur á hvørjum ári. Síðsta finalan millum B36 og HB var í 1991 ella fyri 26 árum síðani, tá ið B36 vann 1-0. Lutakastið í kvøld lagaði tað soleiðis, at tað heldur ikki verður í ár, at tað í finaluni verður finala millum tey stóru í Gundadali. B36 og HB hittast í hálvfinaluni.
Hálvfinalur mikudagin 10. mai
B36-HB
KÍ-NSÍ
Hósdagin 25. mai, sum er Kristi himmalsferðardagur
HB-B36
KÍ-NSÍ
Finala
Leygarkvøldið 26. august