Seinnapartin verða tveir dystir í Formula deildini. Talan er um 24. og fjórði síðsta umfar, og uppgerðirnar, sum eru á skránni í dag, verða báðar í Eysturoy. Í Fuglafirði verður oyggjauppgerð millum ÍF og Skála, og á Svangaskarði fer KÍ at vitja B68.
Síðani seinnapartin í gjár hevur tað verið nógvur vindur og nógv regn. Men sambært veðurvánunum, so fara fótbóltslíkindini ikki at vera so galin seinnapartin.
Sagt verður, at vindurin fer at minka eftir døgurða. Hann verður framvegis vestan í ættini, og tað verða ælingar, og viðhvørt fer sólin at síggja. Hitin seinnapartin verður 10 stig.










