Tað verður eisini ókeypis hjá teimum ungu í Nes kommunu

Kommunur á Skálafirði fara nú undir samstarv um at gera frítíðartítriv ókeypis hjá børnu og ungum

Nú hevur eisini Nes Kommuna samtykt at frítíðarítriv skal vera ókeypis hjá børnum og ungum í kommununi.

Herfyri boðaði Runavíkar Býráð frá slóðbrótandi ætlan um at geva øllum børnum og ungum ímillum 6 og 18 ár, eitt frítíðarkort, sum ger tað ókeypis hjá teimum at taka lut í ymsum frítíðarítrivi, bæði ítrótti, mentanartiltøkum, kvøldskúla, ella hvat tað skal vera.

Kommuann setir 2.000 krónur inn á frítíðarkortið um árið, sum tey síðani kunnu brúka til limagjøld, atgongumerki, og annað í hesum sambandi.

Og nú hevur Nes Kommuna tikið táttin upp, og hevur sett sama slag skipan í gildi fyri tey 6-18 ára gomlu í kommununi.

Sostatt fáa tey øll eitt frítíðarskort um árið við 2000 krónum á, sum tey frítt kunnu brúka til ítróttar- og annað frítíðarvirksemi í Nes kommunu – og aðrastaðni.

– Endamálið við er at tryggja, at øll børn og ung hava sama møguleika at taka lut í frítíðarvirksemi í skipaðum felagsskapi, samstundis sum tað er ein fíggjarligur lætti hjá barnafamiljunum, sigur Nes Kommuna á síni heimasíðu.

Men eins og í Runavík, skal talan vera um skipað frítíðarvirksemi, har krøv verða sett til venjarar, lærarar og umstøðurnar annars.

Hetta er eitt tiltak, sum kostar Nes kommunu eina hálva millión um árið.

Nes Kommuna sigur, at tey nú fara at seta seg í samband við Runavíkar Kommunu um samstarv á hesum øki, so at børnini og tey ungu kunnu brúka frítíðarítriv í báðum kommununum.