Tað segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn, við útvarpið um vikuskiftið.
Hann vísir á, at um samgongan heldur fram við politikkinum sum higartil, so eigur andstøðan at koma við einum felags uppleggi til komandi val. Ella andstøðan eigur at fara til val sum ein blokkur – sum alternativið til samgonguna.
Vit hava áður hoyrt hesi sjónarmið, men ongantíð sæð tey í verki. Føroyski veljarin veit ongantíð áðrenn eitt val, hvat fyri slag av stýri, hann velur.
Trupulleikin er bara, at flokkarnir vita ikki, hvønn blokk teir skulu fara í. Skal Javnaðarflokkurin halda seg til sosialdemokratiskan politikk, ella skal hann stríðast fyri, at Føroyar ikki taka loysing frá Danmark?
Skal Tjóðveldi føra sosialdemokratiskan politikk saman við Javnaðarflokkinum, ella skal hann fara saman við Fólkaflokkinum at fremja loysingina?
Loysnin tykist vera hvørt til sína tíð.
Aksel V. Johannesen hevur avskrivað Fólkaflokkin sum samstarvsflokk. Hetta kann Javnaðarflokkurin gera – og skora atkvøður upp á tað.
Men tað kann Tjóðveldi ikki. Høgni Hoydal kann ikki proklamera, at hann ikki vil samstarv við Fólkaflokkin og soleiðis leggja sjógv ímillum Tjóðveldi og samgonguna.
Javnaðarflokkurin kann – uttan at bróta lyftið viðvíkjandi Fólkaflokkinum – fara í samgongu við Sambandsflokkin. Hann kann eisini fara saman við Tjóðveldinum.
Tjóðveldi hevur valið millum Javnaðarflokkin ella Fólkaflokkin.
Men tá Poul Michelsen tosar um at gera blokk, so er tað ein blokk millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn og kanska Sjálvstýrisflokkin. Men eisini Poul Michelsen hevur sítt fyrivarni, tí hann nenvdi sjálvur í samrøðuni við útvarpið, at ein onnur mynd kann vísa seg, um samgongan slitnar upp á fiskivinnupolitikkin.
Tí hava løgmaður og Jørgen Niclasen neyvan nakað at óttast í so máta. Aksel fær valla bestemmað seg til annaðhvørt at ganga saman við Tjóðveldinum ella Sambandinum. Og Høgni Hoydal fer ikki bestemma seg til annaðhvørt Javnaðarflokkin ella Fólkaflokkin.
Tí verður eingin blokkur til komandi val. Tað verður tosað um tað, ja. Men andstøðan megnar ikki at skipa blokkin, sum skal vera alternativið til sitandi samgongu.











