Tað verður ein vanlukka fyri okkum

Hetta er tað sama sum at biðja útlendsk ferðafólkaskip stýra langt uttanum Føroyar

– Hetta verður ein vanlukka!

 

Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, er alt annað enn fegin, nú landsstýrið umhugsar at leggja eitt serligt avgjald á øll tey ferðafólkini, sum koma til Føroyar við útlendskum ferðafólkaskipum.

 

Tað eru eini 40-60 útlendsk ferðafólkaskip á Havnini hvørt summar og einstøk skip leggja eisini at aðrastaðni í Føroyum.

 

Bogi Andreasen sigur, at longu sum er, rinda útlendsk ferðafólkaskip Tórshavnar Havn ymisk gjøld fyri at koma til Havnar og tey rinda eisini fyri hvørt ferðafólk.

 

– Tað eru ferðafólkaskip, sum rinda einar 200.000 krónur fyri at koma higar, so fyri havnirnar hevur tað stóran týdning av varðveita

 

Men hann vísir somuleiðis á, at tað nýggja avgjaldið, sum nú verður umhugsað, skal beint í Landskassan og sostatt fáa kommunurnar, og tey, sum annars fáast við ferðavinnu, ongan ágóða at fáa av tí.

 

Formaðurin í Vinnunevndini sigur, at verður eitt avgjald afturat lagt ferðafólk við útlendskum ferðafólkaskipum, er hetta tað sama sum at avtaka hetta slagið av ferðavinnu.

 

– Hetta er tað sama sum at biða tey útlendsku ferðafólkaskipini stýra langt uttan um Føroyrar, sigur Bogi Andreasen. 

 

– Tað verður sagt, at vit eru serstøk tjóð. Men vit eru kortini ikki so serstøk, at ferðafólkaskip ikki klára at stýra uttan um okkum, verða vit ov gramm at leggja avgjøld á tey, sigur Bogi Andreasen.

 

Og hann ivast heldur ikki eina løtu í, ger landsstýri álvara av hesum, fer tað at verða avleiðingin, at ferðafólkaskipini fara at sigla uttan um Føroyar. Hetta eru í hvussu so er royndirnar, onnur hava gjørt sær, sigur formaðurin í Vinnunevndini.