- Fólk eru bangin. Tey fyrireika seg til kríggj, men vóna, at málið skal fáa eina friðarliga loysn. Hesaferð eru tey ikki so væl fyrireikað til kríggj sum undir Flógvakrígnum í 1991, og tað verður ein ófatilig vanlukka, brestur kríggj á.
Tað sigur aðalskrivarin í norska Reyða Krossi, Jan Egeland. Fyrrakvøldið kom hann aftur til Noregs úr Irak, har hann hevur ferðast um ein stóran part av landinum. Tað var týðiligt, at líðingarnar hjá irakska sivilfólkinum høvdu havt stóra ávirkan á hann.
- Vatnið er longu dálkað, og verður kríggj, verður tað eitrað longu eftir teirri fyrstu náttini. Matvørugoymslurnar eru fáar, og møguleikin fyri stórum sivilum missi er stórur, sigur Jan Egeland.
Reyði Krossur er longu farin undir at fyrireika seg til, at eitt møguligt kríggj fer at raka irakska sivilfólkið meint. Norski aðalskrivarin sigur, at tað er umráðandi at fáa hjálpina fram sum skjótast, og tí er felagsskapurin farin undir at savna útgerð í grannalondunum hjá Irak.
- Vit fyrireika okkum til eitt tað størsta hjálparátakið nakrantíð. Lastbilar við teppum, vatni, tjøldum og aðrari neyðútgerð verða sendir hagar, tí alt skal fáast upp á plás tær næstu tvær-tríggjar vikurnar, sigur Jan Egeland.
Og vandin fyri kríggi veksur. Kanadiski uttanríkisráðharrin, Bill Graham, segði í gjár, at gongdin teir seinastu dagarnar kann ikki misskiljast, og Warren Bass, sum arbeiðir hjá stovninum fyri altjóða samskifti í Washington, sigur, at amerikanska stjórnin hevur komið sær í eina støðu, sum tað verður trupult at venda frá aftur.