Reinsaríið í Havn hýsir vanliga nógvum konsertum, men hetta árið hevur verið merkt av koronutilmælum. Nógv tiltøk eru avlýst ella útsett, og trupult hevur verið á seta nýggj tiløtk á skrá.
– Vit hava avlýst eina rúgvu av konsertum, og tað hevur verið avbjóðandi at skipa fyri nýggjum tiltøkum, tí støðan hevur verið so ivasom, og tilmælini hava avmarkað okkum so nógv, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Reinsarínum.
– Tilmælini góvu góða meining at byrja við, men nú er tað meira ivasamt. Eg haldi, at vit áttu at funnið hóskandi loysnir til hvørt mentanarstað sær. Reinsaríið eigur at kunna skipa fyri á ein hátt, og onnur støð á annan hátt, sum passar best til teirra umstøður. Tað kann til dømis ikki vera rætt, at Norðurlandahúsið ikki kann hava fleiri enn hundrað fólk inn í teirra stóra bygning, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Reinsarínum.
– Vit eru byrjað aftur við hálvari ferð. Vit hava havt nakrar konsertir við 70 áhoyrarum, men vit fara at vaksa tað upp í 100, tí royndirnar vísa, at tað ber væl til, samstundis sum vit halda tilmæli um frástøðu, reinføri og neyva skráseting av gestunum. Tað bøtur eitt sindur um støðuna hjá okkum sum fyriskiparar og hjá listafólkunum, at vit kunnu taka 30 fólk afturat inn, men vit sleppa ikki undan, at tað verður dýrari at fara á konsert. Tað eru færri fólk til hvørja konsert, og tí mugu vit taka meira fyri atgongumerkini, so at eisini listafólkini kunnu fáa eina hóskandi samsýning, sigur Bogi Andreasen.
Meira kann lesast um evnið í Vikuskiftis-Sosialinum.