Tað verður bæði betri og bíligari upp á seg

Hendrik Old ætlar nú at skilja tveir almennar stovnar sundur - og at leggja saman

Arbeiðseftirlitið skal nú skiljast frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

Tað ætlar Hendrik Old, landsstýrismaður í innnlendismálum

 

Undanfarna samgonga gjørdi annars av at leggja Arbeiðseftirlitið niður sum sjálvstøðugan stovn, og at leggja tað undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Ikki øll vóru ikki fegin um hetta, tí mett varð at Arbeiðseftirlitið fór at verða niðurlagað, og játtanin til Arbeiðseftirlitið varð eisini skorin inn á bein, áðrenn hon spakiliga er hækkað aftur hesi seinastu trý árini.

 

Men nú ætlar Hendrik Old, at Arbeiðseftirlitið aftur skal skiljast frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og leggjast í ein stovn fyri seg sjálvan.

 

Men Arbeiðseftirlitið verður kortini ikki heilt fyri seg kortini, tí ætlanin er eisini, at Brunaumsjón Landsins skal verða í sama stovni.

 

Brunaumsjón Landsins varð eisini niðurlagað og lagt undir Vørn, og síðani hevur tað mestsum hingið í leysum lofti politiskt við ongari, sjálvstøðugari leiðslu, sigur Hendrik Old.

 

Sostatt fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skipa ein almennan eftirlitsstovn, sum skal umfata Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjón Landsins. Ætlanin hevur verið fyri á landsstýrisfundi og nú verður arbeitt víðari við tí.

 

Hendrik Old sigur, at hetta eru tveir eftirlitsstovnar, og hann heldur, at teir kunnu fáa gagn av at verða lagdir saman, tí tað kundi styrkt og ment bæði eftirlitini.

 

– Tá ið eftirlitsfólk fara at gera eftirlit fyri annan stovnin, kunnu tey eisini gera eftirlit fyri hin stovnin samstundis, í hvussu so er partvís, heldur hann.

 

–  Báðir stovnarnir hava nógv útvent arbeiði, og tað eigur at bera til at samskipa tað, sigur landsstýrismaðurin.

 

Samstundis ber til at spara í umsiting og við at báðir stovnarnir hava felags hentleikar. Men ein spurningur, sum greiða skal fáa á, er um báðir stovnarnir skulu hava felags leiðslu, ella um tey skulu hava hvør sína leiðslu.