Tað verður alt ov tvørligt

Nú skal tað mesta av Løgtinginum í eina nevnd, men tað tað er stórur vandi fyri at onki at spyrjast burturúr

– Tað er vandi fyri, at einki úrslit at spyrjast burtur úr hesum hesum arbeiðnum.

 

Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins.

 

Nú Løgtingið skifti orð um eina føroyska stjórnarskipan í allan gjár, er ætlanin, at málið skal viðgerast nágreiniligari í eini serligari nevnd, áðrenn tað aftur verður lagt fyri Løgtingið.

 

Tað, sum liggur í kortunum, er, at teir stóru flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, skulu hava hvør síni tvey umboð í flokkinum. Teir smáu flokkarnir skulu hava hvør sítt umboð, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, fær eisini sæti í nevndini.

 

Tað merkir, at 12 løgtingslimir skulu manna nevndina. Men teir skulu eisini hava hvør sín eykalim í nevndina, og sostatt fara tað at vera heili 24 løgtingslimir, sum fara at vera uppi í hesum arbeiðnum. Tað er alt ov nógv, og tískil er stórur vandi fyri, at einki fer at spyrjast burturúr, heldur Jenis av Rana.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá, hví hann heldur, at vandi er fyri, at onki gott fer at spyrjast burturúr – og hvat hann heldur, Løgtingið eigur at gera ístaðin