Tað leikaði hart á, men um vikuskiftið eydnaðist kortini at skipa nýggja samgongu í Tvøroyrar Býráð eftir kommunuvalið seinasta týsdag.
Tað var beinanvegin greitt, at tað, sum fyrst lá í luftini, var at skipa eina samgongu ímillum javnaðarflokkin, sum hevði tríggjar býráðslimir og umboðið fyri ávikavist sambandsflokkin og uttanflokkalistan.
Og eftir fleiri samráðingarfundir eydnaðist hetta um vikuskiftið
Hendan samgongan hevur fimm av teimum sjey býráðslimunum. Sostatt koma teir báðir býráðslimirnir hjá samgongulistanum, Bergur Bærentsen og Dan Nielsen, sum í løtuni er býráðsformaður, at sita í andstøðu í næsta valskeiði.
Tveir býráðsformenn
Tað tyngsta takið í hesum samráðingunum var at fáa semju um, hvør skuldi vera borgarstjóri á Tvøroyri tey næstu fýra árini.
Sverri Midjord duldi ongantíð fyri, at hann fór at krevja starvið. Tað hevði hann eisini allar grundir til, tí hann fekk nógv flestar atkvøður av øllum teimum, sum vórðu valdir. Hartil umboðar hann javnaðarflokkin, sum er nógv størsti flokkur í samgongu.
Men so lætt gekk tað ikki og tá ið avtornaði, máttu bæði Sverri Midjord og javnaðarflokkurin sleppa kravinum um at fáa borgarstjóran, fyri yvirhøvur at fáa semju um hesa samgonguna.
Ístaðin bleiv semja um, at teir báðir smáu flokkarnir skuldi skiftast um at hava býráðsformannin.
Sostatt verður Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum býráðsformaður á Tvøroyri tey fyrstu tvey árini av valskeiðnum. Hini bæði árini verður Kristin Michelsen, sum varð valdur á uttanflokkalistanum, býráðsformaður.
Hinvegin verður Sverri Midjord varaborgarstjóri í býráðnum øll fýra árini.
Tey trý umboðini fyri javnaðarflokkin í Tvøroyrar Býráð eru Sverri Midjord, Pauli Einarsson og Heri Mortensen.
Fáa allar formenninar
Men afturfyri fær javnaðarflokkurin bæði formannin og meirilutan í øllum nevndunum hjá býráðnum uttan í tveimum. Tað eru tríggir limir í hvørjari nevnd, og javnaðarflokkurin fær formannin í teimum øllum, og harafturat fær hann tvey umboð í øllum nevndunum, uttan í mentanarnevndini og teirri nýggju umhvørvisnevndini.
Fíggjarnevnd er eitt undantak, tí har er býráðsformaðurin føddur formaður. Men hitt umboðið fyri samgonguna verður Sverri Midjord.
Í teknisku nevnd verður Heri Mortensen formaður og Pauli Einarsson, nevndarlimur. Í vinnu- og havnanevndini verður Heri Mortensen formaður og Sverri Midjord nevndarlimur. Í sosialu nevnd verður Sverri Midjord formaður og Heri Mortensen nevndarlimur.
Í mentanarnevndini verður Pauli Einarsson formaður og Kristin Michelsen verður nevndarlimur tey bæði fyrru árini í valskeiðnum og Finnleif Guttesen tey bæði seinnu.
Annars verður ein nýggj nevnd skipað undir býráðnum hetta valskeiðið. Tað er ein umhvørvisnevnd, sum Pauli Einarsson verður formaður í. Hitt umboðið fyri samgonguna verður Kristin Michelsen tey fyrstu tvey árini og Finnleif Guttesen tey bæði næstu árini.
Hetta er ein nevnd, sum samgongan heldur, at tað er neyðugt at skipa við teimum vaksandi krøvum, sum verða sett til umhvørvisvernd. Ikki minst heldur samgongan, at tað er neyðugt at skipa hesa nevndina, nú oljuvinnan stundar til.