Tað veksur ikki heilt so skjótt longur

Lønin hækkar ikki líka nógv longur, sum hon hevur gjørt. Serliga eru tað fiskimenn, sum merkja tað

Tað er ikki líka nógv ferð á longur, sum tað hevur verið. Tað staðfestir Hagstovan, nú tey hava gjørt upp, hvussu nógv verður goldið í lønum í Føroyum.

 

Í triðja ársfjórðingi í ár vórðu 2.290 milliónir goldnar í lønum kring landið, og samstundis sæst, at hetta seinasta árið hevur vøksturin í lønunum ikki verið líka stórur, sum áður.

 

 

Tað er í bólkinum fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum, at lønirnar eru minkandi, og hetta eru at kalla mannfólkastørv burtur av. Og tað er eisini serliga í lønargjaldingunum til menn, at stígur er komin í, men hjá kvinnunum sæst ein javnur vøkstur. 

 

Men í hinum vinnubólkunum er kortini framvegis talan um ein lutfalsliga javnur vøkstur. Men tað sæst eisini, at stórur munur er á, hvat menn og kvinnur fáa í løn. Triðja ársfjórðing í ár fingu menn 1. 403 milliónir í lønum og kvinnurnar fingu 887 milliónir, ella yvir eina hálva milliard minni.

 

Annars er tað almenna størsti arbeiðsgevari í Føroyum, tí í bólkinum, sum eitur almenn tænasta, og onnur tænasta, vóru lønargjaldingarnar 778 milliónir í triðja ársfjórðingi í ár. Nakað lægri liggja tær privatu tænastuvinnurnar, tí har vóru lønargjaldingarnar 746 milliónir. Síðani er eitt lop niður til fiskivinnuna og ráevnisvinnuna, har lønargjaldingarnar vóru 414 milliónir og byggivinnuni vóru tær 352 milliónir.

 

Tað sæst eisini at í Norðstreymoy og í Suðuroy eru lønargjaldingarnar at kalla tær somu í triðja ársfjórðingi, einar 150 milliónir, hóast tað býr eini sløk 700 fólk færri í Norðstreymoy enn í Suðuroy, har tað býr 4.580 fólk.