- Tað hevði eg ikki væntað.
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er fegin um úrslitið av veljarakanningini, sum nú er gjørd.
Kanningin gevur Framsókn 5,7 prosent av atkvøðunum. Tað er 0,5 prosent minni enn á Løgtingsvalinum, men flokkurin tvær tveir tinglimir, sum hann fekk á seinasta vali.
- Eg stúrdi fyri, at vit fóru at detta niður ímillum, tí nógv av okkara stóru málum eru slett ikki frammi í dagsins politikki.
- Her hugsar hann um at nýskipa fiskivinnu og aðrar nýskipanir, tjóðskaparmál, spurningarnir um persónliga frælsi og frælsari handilsviðurskifti, har almennar tænastur verða bodnar út.
- Tað verður ikki nógv tosað um hesi viðurskifti í dagsins politikki, tí alt er druknað í tunnilspráti.
Poul Michelsen heldur, at orsøkin til, at flokkurin kortini stendur seg, er, at grundarlagið undir flokkinum er so dygt og er eitt veruligt alternativ til aðrar flokkar.
- Eg haldi, at tað er hetta, sum bjargar okkum, heldur Poul Michelsen.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hava samstarvað um mong val í hesum valskeiðnum og veljarakanningin vísir eisini, at teir tríggir flokkarnir kundu skipa samgongu, hevði val verið nú.
Tað hevði hóvað Poul Michelsen væl, tí hann heldur, at hesir tríggir flokkarnir kundu samstarva um mong mál, samstundis sum tað er stórt álit ímillum okkum tríggjar flokkar.
Hann hugsar um ein nýggjan fiskivinnupolitikk og hann heldur eisini, at teir tríggir flokkarnir kundu fingið nakað av tjóðskaparmálum upp í aftur politikk.
- At sloppið at verið høgri vongur í eini vinstrasamgongu, hevði hóvað okkum væl, tí so høvdu vit kunnað tryggjað, at skattaskipanir og aðrar skipanir, ikki verður kollveltar aftur, men at ábøtur kortini vera gjørdar á ymsum økjum.
Ongin politikkur
Hinvegin veit Poul Michelsen ikki rættiliga, hví samgongan gongur so nógv aftur.
- Men eg haldi, at ein orsøk er, at hon hevur ongan politik.
- Ongar nýskipanir eru í eygsjón og nýggja frágreiðingin frá Búskaparráðnum er ræðandi, tí hon staðfestir, at tað, sum er gjørt, er skeivt.
- Samgongan hevur sett sær fyri at fáa hallið burtur í 2016, men alt bendir á, at hetta árið verður ómetaliga vánaligt.
Poul Michelsen heldur, at samongan hevur onki mið ella mál, men at tað er tunnilsmálið og makrelstríðið, sum eru framm nú, sum hevur bjargað teimum.