Tað var trupult

Pauli G. Hansen, liðformaður hjá Skála, gjørdi útjavnandi málið, og hóast ætlanin var at vinna dystin, so fegnaðist hann um, at Skála hóast alt fekk eitt stig burtur úr dystinum.
- Verjan hjá ÍF stóð sera væl, og tað var trupult hjá okkum at spæla okkum til kjansir. Vit høvdu alt spælið, men vit fingu ikki rættiliga ferð á spælið. Vit høvdu tó nóg nógvar kjansir til at vinna dystin, men vit misnýttu tilboðini, sigur Pauli G. Hansen.- Teir fáa eitt keðiligt mál, og sum dysturin nú einaferð lagaði seg, so mugu vit bara verða nøgdir við, at vit fingu javnleik, sigur hann.