Tað var Taliban

Taliban hevur í dag átikið sær ábyrgdina av tilburðinum, sum kostaði seks bretskum hermonnum lívið í gjár. Hermenninir doyðu, tá hernaðarakfarið, sum teir vóru í, fór í luftina í einari ógvusligari spreinging í Helmand har suðuri í Afghanistan.

Upprunaliga hildu bretar, at hermenninir kundu hava koyrt á eina minu frá teirri tíðini, tá sovjetski herurin var í Afghanistan. Men Taliban skrivar á síni heimasíðu í dag, at landminur hjá rørsluni hava spromngt ein bretskan stríðsvogn í luftina.

Teir seks hermenninir høvdu verið minni enn ein mánað í Afghanistan, og teir vóru rættiliga ungir. Tann yngsti var 19, tríggir vóru 20, ein var 21, og tann elsti var 33. Við hesum seks hevur Bretland mist 404 hermenn í Afghanistan síðani innrásina í 2001.

9.500 brtskir hermenn eru í Afghanistan.