Tað var í tøkum tíma

- Vit vilja, at minni og minni verður brent, samstundis sum meira og meira verður endurnýtt, siga tey hjá IRF.

Útbyggingin av brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti er júst liðug, og tað var í tøkum tíma, at kapasiteturin varð øktur. Hjá IRF í Leirvík siga tey, at áðrenn farið varð undir stóru útbyggingina í februar í ár, brendu tey í miðal 56 tons um døgnið. Men, í dag – bert nakrar mánaðir seinni – er brenningin í miðal 78 tons um døgnið.

 

Í 2017 tók IRF ímóti tilsamans 234.691 rúmmetrum av burturkasti. Av hesum varð 30 prosent sent til endurnýtslu, og sløk 70 prosent vórðu brend í Leirvík. Men, í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at hava ein virknan og týðandi leiklut í arbeiðnum móti einum nýggjum og grønum búskapi.

 

- Vit vilja, at minni og minni verður brent, samstundis sum meira og meira verður endurnýtt - umhvørvinum hjá okkum øllum at frama. Tí arbeiða vit eisini við at endurnýta alsamt meira og at leingja um lívsringrásina á vørum og tilfeingi.

 

Tað er sjónligt í dagliga rakstrinum hjá IRF í Leirvík, at nøgdirnar av burturkasti eru sera stórar, og eitt nú kemur sera nógv burturkast inn frá byggivinnuni, sum hevur nógv virksemi kring landið. Roynt verður tí at betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkastið.

 

- Tí arbeiða vit nú við at byggja eina nýggja móttøkuhøll til brennistøðina. Við høllini verður tað skjótari og høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu. Móttøkuhøllin verður væntandi klár at taka í nýtslu komandi summar, verður lagt aftrat.