Meistararnir í Víkingi eru aftur ovast á støðutalvuni. Teir hava eitt stig við sær úr Gundadali, har tað endaði 2-2 millum HB og Víking.
Suðringar mistu oddasessin, tá ið NSÍ fór av vøllinum við Stórá við 3-1 sigri. Gestirnir skoraðu tvey mál í fyrra hálvleiki, tá ið verjuspælið hjá heimaliðnum var lítið sannførandi. Tað kom øgiligur spenningur í aftur, tá ið Suðringarnir eftir horna minkaðu um munin, men so fór luftin úr, tá ið NSÍ skoraði til 3-1.
Hetta var fjórði dysturin hjá Suðringum á heimavølli, og hetta var fyrsta ferðin, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Í øllum hinum trimum dystunum hava Suðringar vunnið fulla úrtøku - 2-1 ímóti ÍF, 2-0 ímóti Skála og 3-2 ímóti B36.
Í Gundadali sá tað eina lítla løtu út til, at Víkingur hevði skorað sigursmálið til 3-2. Hanus Jacobsen setti bóltin í netið, og allir teir ljósabláu fegnaðust í stórum trunka, meðan HB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir.
Tá ið HB skuldi geva bóltin uppaftur, kolldømdi dómarin málið eftir at hava tingast við linjuverjan, og so endaði tað 2-2.
KÍ togaði seg við 1-0 heimasigri ímóti EB/Streymi nærri toppinum. EB/Streymur stóð ímóti trýstinum í 87 minuttir. KÍ hevði nógvar møguleikar, og EB/Streymur hevði tiðliga í seinna hálvleiki ein rimmar møguleika. Sigursmálið skoraði Albert Adu við høvdinum.
Hetta var fyrsti heimasigurin hjá KÍ í ár. KÍ hevur spælt javnt ímóti Skála og NSÍ.
Eftir 1-0 heimasigurin ímóti TB/FCS/Royn var hetta triðja ferðin á rað, at EB/Streymur fór av vøllinum við ongum.
Skála skoraði fyrsta málið í ár, tá ið Pætur Dam Jacobsen umetti brotsspark til 1-1 í Sørvági. Holgar Durhuus hevði tíðliga í seinna hálvleiki lagt 07 Vestur framum. Hetta er triðja ferðin á rað, at 07 Vestur vinnur úrtøku, men 07 Vestur hevur enn ikki vunnið úrtøku á heimavølli. Hetta var síðsti dysturin á graslíkinum, sum nú verður útskift.
Næsti heimadysturin hjá 07 Vestur verður triðja juni ímóti HB.
Í gjár vann B36 trivaligan 4-0 heimasigur ímóti ÍF.
KÍ-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Albert Adu
07 Vestur-Skála 1-1 (0-0)
1-0: Holgar Durhuus
1-1: Pætur Dam Jacobsen br
HB-Víkingur 2-2 (1-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen
1-1: Ári Mohr Jónsson
1-2: Gert Hansen
2-2: Aleksandar Stankov
Suðringar-NSÍ 1-3 (0-2)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: Jonleif Højgaard
1-2: Poul Ingason
1-3: Per Langgaard
B36-ÍF 4-0 (4-0)
1-0: Patrik Johannesen 10.
2-0: Benjamin Heinesen 30.
3-0: sjálvmál 37.
4-0: Benjamin Heinesen 45.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Tórður Thomsen - Erlendur Magnussen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam - Róaldur Jakobsen (Alex Mellemgaard, 46.), Eli Falkvard Nielsen (Jóhan Eiler Simonsen, 77.) - Benjamin Heinesen, Christian R. Mouritsen, Jógvan Skeel Nolsøen (Gilli Samuelsen, 64.) - Patrik Johannesen,
Gult kort: eingin
Venjari: Jákup á Borg
ÍF: Henrik Jensen - Dánjal Pauli Højgaard (Fritleif í Lambanum, 62.), Jákup Andrias Gaardbo, Ndende, Alex José dos Santos - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen (Sámal Jákup Joensen, 62.) -Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen (Sámal Joensen, 84.), Ari Ó. Ellingsgaard - Jóhan Petersen
Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos, Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Guéye, Jákup Andrias Gaardbo, Fritleif í Lambanum
Venjari: Jákup Mikkelsen
Støðan eftir sætta umfar
Víkingur 12 stig
TB/FCS/Royn 12 stig
KÍ 10 stig
NSÍ 9 stig
B36 7 stig
HB 7 stig
07 Vestur 7 stig
ÍF 5 stig
Skála 4 stig
EB/Streymur 4 stig
Sjeynda umfar
Leygardagin 6. mai
KÍ-ÍF
Víkingur-07 Vestur
NSÍ-Skála
EB/Streymur-B36
HB-TB/FCS/Royn