Superliga
Áhugin fyri at síggja FCK spæla í Parkini er framvegis rættuliga stórur. Hesa ferð vóru 11.129 og hugdu at, og tey fingu dramatikk fyri allar pengarnar, tá OB vitjaði.
Seinasta árið hevur suðurafrikanski Zuma verið mest umrøddi FCK spælarin, tí hann hevur verið so dugnaligur. Sunnudagin var Zuma aftur í miðdeplinum. Men hesa ferð var tað meiri fyri tað, sum ikki hevur við fótbóltsspælið at gera. Gestirnir ansaðu vandamikla manninum sera væl, teir gjørdu nógv fríspørk ímóti honum, og Zuma var ørkymlaður. So mikið illa hýrdur var hann, at hann hevði hug at hevna seg, og hann átti at verið rikin av vøllinum, tá hann fyri nøsini á dómaranum traðkaði á oyra á liggjandi mótstøðumanni.
Tað kókaði á vøllinum, og dómarin valdi at geva Michael Hemmingsen hjá OB reyða kortið. Tá restaðu tað seks minuttir.
Tá spælararnir komu undir tak, vóru bæði teir og summir av leiðarunum framvegis rættuliga heitir. Teir munnhøgdust øgiligt, og kanska høvdu onkrir hug at fara til hendurs.
Todi hevði møguleikarnar
Einki sást til Toda, tá tað eftir dystin kókaði upp á tað mesta. Todi er avgjørt ikki nakar bardaga maður, men hesa ferð mundi hann vera heilt kølnaður, tá tað leikaði mest á. Eftir 63 minuttir varð hann tikin út. Heine Fernandez kom inn í staðin, og hann javnaði til 1?1. Hann varð spældur leysur mitt fyri og sendi bóltin framvið Zasa í OB málinum. Lítil ivi tóktist vera um, at talan var um rangstøðu, men linjuverjin segði einki. Tað østi OB spælararnar øgiligt.
Todi Jónsson hevði havt fleiri møguleikar at skora, men eydnan var ikki við honum. Í 1. hálvleiki heilfluktaði hann sera væl, men málverjin refleksbjargaði, og eina aðra ferð var málverjin akkurát fyrri enn Todi, sum toygdi seg eftir returbólti.
í 2. hálvleiki hevði Todi, sum saman við fleiri liðfeløgum fær eitt átta tal í donsku bløðunum, ein fínan møguleika at stúta í málið, men bólturin brast í tvørtræið.
Munur á málverjum
Karim Zasa var í síni tíð málverji hjá FCK. Teir hildu ikki, at hann var nóg góður, og so flutti hann til OB. Síðani hevur FCK havt fleiri málverjar. Nú er tað sviin Magus Kihlstedt, og tað var munur á málverjum í Parkini.
Karim Zasa var sera sannførandi og gjørdi einki mistak. Svenski FCK málverjin var so ótryggur, sum tað sjáldan sæst, at nakar málverji er á hasum støðinum. Hann misti eitt vánaligt langskot í málið, tá OB eftir ein hálvan tíma setti hol á, og seinni var tað um reppið, at hann aftur klossaði bóltin í málið.
Talan var um fyrsta dystin hjá Niels Christian Holmstrøm sum FCK venjara. Hann rósti sínum monnum og helt, at teir høvdu havt møguleikar at vinna. Mest eyðsýndi FCK maðurin hesa ferð var Carsten Fredgaard, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru.