Eftirmeting
Fyrrverandi formaðurin í Framtaksgruninum, Sverri Hansen, ivaðist onga løtu í, at tað, sum gjørt varð, tá føroyska fiskivinnan varð umskipað eftir stóru kreppuna í nítiárunum, var tað rætta at gera. Og í dag er hann minst líka sannførdur um, at so var.
Tað var ikki tí, at hann metti seg hava gjørt nakað skeivt, at hann ikki helt fram sum nevndarformaður í Framtaksgrunninum, sigur Sverri Hansen. Nevndin sat í fýra ár og varð síðan stutt og greitt ikki afturvald. Væl saktans, tí onkur annar helt, at arbeiðið átti at verið gjørt øðrvísi.
?Men í dag dugir ein og hvør at síggja, at tað, sum gjørt varð, var rætt og gagnaði øllum samfelagnum.
Tað stóð ofta hart á, og atfinningarnar vóru øgiligar móti nevndini - og serliga formanninum - í Framtaksgrunninum um ta tíðina, Fiskavirkisloysnin var í umbúna og gjøgnumførd.
Hóast tað mangan leikaði hart á, var nevndin onga løtu í iva um, at Føroya Fiskavirking skuldi halda fram, sigur Sverri Hansen.
?Tá tú hevur tikið eina støðu, eigur tú at halda fast við hana og ikki lata teg ávirka av kenslum. Tað skal arbeiðast professionelt, sigur hann.
Sverri Hansen sat sjálvur fimti í nevndini fyri Framtaksgrunnin saman við tveimum dønum og Heina Fossá úr Havn og Richardi Thomsen av Tvøroyri.
Hann sigur, at nevndararbeiðið var fyrimyndarligt og loyalt, og hann ynskir at takka nevndarlimunum fyri tað góða samstarvið, sum var.
Gulleggið
Í dag er Føroya Fiskavirking eitt gullegg í føroyska vinulívinum, metir Sverri Hansen. Ikki bara tí, at kreppan varð loyst, sum hon varð. Men ikki minst av teirri sera dugnaligu leiðsluni, Fiskavirking hevur, vísir hann á.
Hann sigur, at júst Fiskavirkisloysnin gjørdi, at latið varð upp fyri tí vinnumynstrinum, sum í dag er í Føroyum, har fleiri smærri virki eru ymsastaðni í landinum.
?Føroyska vinnan er í dag væl fyri og fer at klára at standa í móti nøkrum ringum árum, um tey skuldu komið. Vinnan hevur í dag ein rímiliga stóran eginpening og hevur veruliga nakað at missa, um tað skuldi gingið illa, sigur Sverri Hansen.
Hann tosar bæði um fiskivinnu og alivinnu. Tvær ymsar vinnur eru tær, sigur hann, sum eru hvør sítt bein hjá føroyingum at standa á.
Eisini alivinnan er sera væl fyri, sigur Sverri Hansen og vísir á, at hátturin við stórrakstrinum avgjørt er ein grund til, at alivinnan klárar seg so væl, sum hon ger í Føroyum í dag. Hon er rímiliga væl konsoliderað og klárar saktans nakrar elevatortúrar upp og niður.
Nýtt umhvørvi
Vit sita inni á stjóraskrivstovuni hjá stjóranum í Útnorðurgrunninum á aðru hædd á Suðurlandsbraut 24 í Reykjavík.
Sverri Hansen hevur í eitt gott ár verið stjóri í grunninum, sum fíggjar vinnutiltøk í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Ein tilkomin kvinna kemur við einum baka við kaffikannu, koppum og onkrum afturvið og setir á borðið. Hon er íslendsk, men skilir á tosinum, at her er froyskur blaðmaður komin at hitta stjóran.
Tey eru fimm fólk í starvi hjá Útnorðurgrunninum, sigur Sverri Hansen, stjóri, frá. Trý eru tey á høvuðsskrivstovuni her í Reykjavík, eitt starvsfólk er í Grønlandi, meðan eitt er í Tórshavn.
Endamál grunnsins er at menna kappingarført vinnulív í útnorði, greiðir stjórin frá.
Meginpartin av lánunum, sum grunnurin hevur játtað, er farin til Grønlands og Føroyar, meðan minna helvtin er farin til Íslands. Kortini er Ísland tað landið, sum smanlagt fær mest. Eini 40%, meðan hini bæði londini býta tey 60%.
Ein rættiliga stórur partur av teimum lánum, sum latin verða, fara til fiksivinnuverkætlanir. Tó eru Grønlendingar mest umboðaðir á ferðavinnusíðuni, tá um lán frá Útnorðurgrunninum ræður.
Grunnurin hevur verið við til at fíggja gistingarhús og tílík tiltøk allan vegin kring Grønland.
Eisini er grunnurin við í fíggingini av einum ferðamannabáti, sum latin verður felag í Nanortalik í Suðurgrønlandi. Talan er um ein Aqua Star bát, sum gjørdur verður hjá AWI í Runavík.
Eisini smærri virki sum seymistovur, har nakrar konur sita og seyma kóðpaskinnskápur, og maskinverkstøð, sum millum annað umvæla teir nógvu páhangsmotorarnar, grønlendingar nýta, eru nakrar av verkætlanunum, grunnurin stuðlar í Grønlandi.
Í Føroyum hevur tað í høvuðsheitinum verið fiskivinnuni, sum grunnurin hevur verið uppií.
Útnorðurgrunnurin hevur eina eginogn upp á umleið 120 milliónir danskar krónur, og samlaður útlánini eru umleið 80 milliónir krónur.
Sum alternativur lánistovnur kann Útnorðurgrunnurin vera við til at fjøltátta vinumøguleikarnar millum kappingarneytar, sigur Sverri Hansen, stjóri í Útnorðurgrunninum.