Líkskurður í morgun hevur staðfest, at talan var um líkið á Rógva Jacobsen, sum Tróndur í Gøtu kom fram á í síðstu viku.
Tað veit Kringvarp.fo at siga.
Tróndur í Gøtu fann líkið í bankarennuni millum Føroyabanka og Bill Bailey Banka.
Sambært kanningunum, sum eru gjørdar, er tað einki sum bendir á, at nakað brotsverk er framt, sigur løgreglan við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.