KÍ
Klaksvíkingar vóru, sum rímuligt var, vælnøgdir, tá ið teir fóru um Leirvíksfjørð við øllum stigunum.
- Um vit skulu gera okkum galdandi í toppinum, og tað vilja vit fegnir, so er tað neyðugt at fáa stig og sigrar á útivølli. Hesa ferð vunnu vit, og nú er takið hjá okkum at syrgja fyri, at tað eisini fer at eydnast at vinna á heimavølli.
Hvør var munurin á hesi uppgerðini, og so tá ið tit á heimavølli fingu eitt stig ímóti VB?
- Á heimavølli ímóti VB megnaðu vit ikki at halda fast um okkara uppskrift. Vit lótu okkum ávirka av, at teir dugdu so væl at taka tað róligt, og so gloymdu vit okkum sjálvar. Hesa ferð høvdu vit avtalað, at vit ímóti vindinum skuldu halda fast, soleiðis at teir ikki fingu mál. Tað eydnaðist, og í steðginum tosaðu vit um, at nú skuldu vit flyta okkum eitt sindur longri fram. Vit ivaðust ikki í, at møguleikarnir fóru at koma fyri at gera mál, og tað eydnaðist.
Men so fór eitt mál ígjøgnum ímóti vindinum?
Ja, tað tóktist sum um at løtan, tá ið vit misnýttu stóra møguleikan at økja til 2-0, og tá ið teir so javnaðu, skuldi vera avgerandi. Men eg haldi, at vit, eftir at teir høvdu javnað, høvdu tyngdina, sum skuldi til fyri at skora sigursmálið, og tað fingu vit við brotssparki.
Hvussu sást tú ta støðuna?
- Eftir horna royndi Høgni Madsen at skjóta og Ovi Nysted at skalla, og so royndi onkur annar eisini, áðrenn bólturin støkk út til mín. Eg var stutt úr málinum, tá ið eg smekkaði til, og Kaj Ennigarð kundi einki annað gera enn at brúka hondina. Tíbetur var Atli Danielsen tryggur, tá ið hann endiliga fekk bóltin at liggja.