- Tað var okkara egna skyld

Flogbóltur, menn: Vit mistu tá vit skuldu halda fast, og tá so er, hava vit ikki uppiborið at vinna FM, sigur leikandi venjarin hjá Fleyr, Jan Hentze, sum sjálvandi er vónbrotin um, at FM-heitið glapp teimum av hondum

Sveinur Tróndarson

Vinnur tú ikki, so hevur tú heldur ikki uppiborið at gerast Føroyameistari. So einføld er ítróttarverðin, og sjálvt um tað neit ógvuliga fast, at Mjølnir vann alt avgerandi dystin í Gundadalshøllini leygardagin, er Jan Hentze ikki meira tyngdur av tí enn so, at hann dugir at síggja veruleikan í eyguni.
- Vit vóru ikki nóg góðir tá umráddi, og tí taptu vit dystin, sigur Jan, um tapið móti Mjølnir leygardagin.
- Vit byrjaðu sera væl og spældu eitt stak gott fyrsta sett. Í øðrum setti mistu vit stevið og tá Mjølnir samstundis fótaði sær gjørdi tað okkara uppgávu truplari. Teir vóru hepnir í røttum løtum og vunnu tvey sera jøvn sett, og so lá alt trýstið brádliga á okkum. Tað lá tungt á herðunum hjá teimum ungu, sum eg haldi vóru eitt sindur merktir av trýstinum, sigur Jan Hentze.
Ikki tí, allir leikarar gjørdu feilir, heldur hann, og tí skal ósigurin ikki leggjast nøkrum einstøkum til last, men liðnum. Liðið var ikki nóg gott tá umráddi, tí taptu teir.
Vit bóðu Jan koma við einari frágreiðing um, hví tað ikki eydnaðist Fleyr at vinna FM, og hann heldur, at vit ? umframt ósigurin móti ÍF í fyrsta dystinum í endaspælinum ? skulu leita aftur til leiksteðgin sum Fleyr hevði í februar mánaði.
- Vit spældu fyrst í februar og so spældu vit ikki aftur fyrr enn fyrst í marts. Hesin steðgurin var ein stórur trupulleiki fyri okkum og eg haldi, at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit ikki vunnu, sigur Jan.
Bløðini hava víst á, at Steinar Eirikstoft ikki hevur verið við í seinastuni, og tí spyrja vit Jan um tað ikki eisini er ein av orsøkunum til, at liðið viknaði.
- Tað er tað helst. Nú skulu vit ikki gera nakran betri ella verri enn nakran annar, men sjálvandi hevur tað havt týdning, at hann ikki hevur verið við í seinastuni. Serliga tí, at vit hava verið noyddir at flyta runt upp á fleiri spælarar og tað hevur merkt, at eitt nú Jóhannes Eidesgaard hevur spælt á miðjuni, sjálvt um hann er best á diagonalinum, greiðir Jan frá.
Men soleiðis eru treytirnar nú einaferð, tá leikarar fara uttanlands, og velur felagið ? sum Fleyr gjørdi tað ? ikki at taka leikaran heim at spæla kappingina lidna, má restin av liðnum umskipast eftir teimum fortreytunum.
- Eg haldi heldur ikki, at tað ber til at siga, at úrslitið hevði verið øðrvísi um vit høvdu gjørt nakað øðrvísi, sigur Jan at enda