Hans Jóhannus á Brúgv fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld, men tíverri var eydnan ikki rættiliga við honum. Høvuðsvinningurin var á 1,65 miljónir krónur, og stjórin í Sjóvinnustýrinum valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 550.000 krónum í hvørjum leypi.
Hann helt fyri, at hetta gevur ein størri møguleika til ein hampiligan vinning, sjálvsagt.
Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. - Vit halda fram, helt hann fyri. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 60.000 krónur.
- Vit royna síðstu ferð, vóru boðini hjá Hans Jóhannusi á Brúgv. Í triðja og seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið aftur á 10.000 krónum eins og í fyrstu royndini, og hetta gjørdist vinningurin hjá honum í kvøld, umframt tær 500 krónurnar, sum plátan gevur.
- Tað var lítið, helt stjórin í Sjóvinnustýrinum fyri.
Gekka-verturin minti á, at við at goyma seðlarnar og senda teir inn til SvF, verður Hans Jóhannus á Brúgv eisini við í dráttinum um tveir bilar. - At vunnið annan bilin hevði verið eitt plástur á sárið, helt gekka-verturin, Magnus Magnussen, fyri.