Flogfarið, sum setti seg á Schiphol-flogvøllin í Amsterdam í dag, var ikki rænt, soleiðis sum tíðindini vildu vera við.
Teir niðurlendsku myndugleikarnir siga nú, at av tí at tornið á flogvøllinum ikki kundi fáa samband við flogfarið, varð avgjørt at senda tvey F16-jagaraflogfør ímóti tí. Hetta er eftir galdandi trygdarreglum.
Flogfarið, sum kom úr Malaga, setti seg í øllum góðum, og ferðafólkini eru komin út. Tað eru flogskipararnir eisini, men teir skulu myndugleikarnir uttan iva tosa við, siga niðurlendskir fjølmiðlar.