Tað var ikki al-Qaeda

Tær amerikonsku fregnartænasturnar siga nú, at tað var ikki yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda, sum søkti at amerikonska konsulátinum í libyska býnum Benghazi tann 11. september. Álopið kostaði fýra amerikanarum, teirra millum sendiharranum Christopher Stevens, lívið.

Fregnartænastukeldur siga fyri blaðnum Los Angeles Times, at tað er einki prógv fyri, at álopið á sendistovuna kann setast í samband við al-Qaeda. Tvørturímóti er tað líkt til, at álopið byrjaði mest sum av tilvild.

Sambært keldunum var álopið á konsulátið illa ella als ikki fyrireikað, og talan var ikki um nakað skipað álop. Summir av álopsmonnunum vóru vápnaðir, meðan aðrir tóktust hava størri áhuga í at ræna tað, sum var inni á konsulátinum, siga keldurnar hjá Los Angeles Times.