Tað var heitt í 2011

2011 var eitt av teimum heitu árunum, og hagtølini vísa, at síðani hitamátingarnar byrjaðu fyri 132 árum síðani, hava bara 10 ár verið heitari enn árið í fjør.

Bæði á landi og í heimshøvunum var hitin 0,51 stig oman fyri tað vanliga, og hetta er 35. árið á rað, at meðalhitin hevur verið oman fyri meðalhitan í árunum frá 1901 til 2000.

Veðurfrøðingar vísa á, at árið í fjør var heitari enn vanligt, sjálvt um 2011 var eitt sokallað La Nina-ár. La Nina er eitt fyribrigdi í syðra parti av Kyrrahavinum, sum ger, at sjógvurin har er kaldari enn vanligt.

2005 og 2010 eru tey heitastu árini, sum eru skrásett higartil. Bæði árini var meðalhitin 0,64 stig oman fyri tað vanliga.