Ein bilur út av vegnum við Norðskálatunnilin í morgun. Ein maður og ein kona vóru í bilinum, fortelur vakthavandi á løgreglustøðini.
- Tað var eitt solo-óhapp. Ein bilur koyrdi suður eftir og koyrdi útav vegnum uttan at rena á nakað ella nakran. Vit vita ikki heilt enn, hvat hendi. Sjúkrabilurin kom á staðið klokkan 08, sigur vakthavandi.
Løgreglan er ikki sloppin inn at tosa við tey innvolveraðu um, hvat tað var, sum hendi. Tí er ringt hjá løgregluni at meta um, hvussu álvarsligt ferðsluóhappið var, men løgreglan kannar málið nú.