FC Suðuroy er aftur á fremsa plássinum í 1. deild í fótbólti. Tað varð greitt, tá ið FC Suðuroy í kvøld vann 2-0 í Gundadali ímóti FC Hoyvík.
Tað sá leingi út til, at úrslitið skuldi verða málleysur javnleikur. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið tað loksins eydnaðist suðuroyingunum at fáa hol á. Málskjútti var David Asare, sum saman við Milan Kuljic hjá AB er toppskjútti í 1. deild. Teir hava skorað 14 mál.
Tá ið tveir minuttir vóru farnir av tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, setti John T. Poulsen bóltin í málið aftanfyri Predrag Stankovic, og harvið staðfesti hann 2-0 sigurin hjá FC Suðuroy ímóti FC Hoyvík.
Samstundis sum FC Hoyvík og FC Suðuroy spældu á niðara vølli í Gundadali dystaðust HB og EB/Streymur á ovara vølli. Tað endaði við, at HB vann 2-0, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0. Bogi Reinert Petersen setti bóltin í málið aftanfyri Jóan Paula Dahl Jakobsen í 11. minutti, og fýra minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið 18 ára gamli Tróndur Jensen staðfesti heimasigurin.
Úrslitið bar við sær, at HB lyfti seg av niðurflytingarplássi og fram á 7. pláss, og at EB/Streymur nú er á niðurflytingarplássi.
Støðan
FC Suðuroy 37
AB 36
TB 35
NSÍ 25
Skála 24
Víkingur 21
HB 17
FC Hoyvík 17
EB/Streymur 15
07 Vestur 0
FC Suðuroy og TB hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.
17. umfar
Leygardagin 13. august
Skála-07 Vestur
AB-TB
HB-FC Hoyvík
FC Suðuroy-Víkingur
NSÍ-EB/Streymur