Tað vóru hirðar í bygdarlagnum

Føroysku røktingarmenninir og seyðaeigarar annars hava rættiliga lagt seg eftir at betra slagi, um gangast skal eftir øllum teimum seyðasýningum, sum nú regluliga aftur eru kring landið. Herfyri var ein slík sýning í Skálavík, og haðani hava vit fingið nakrar myndir

Seyðasýning

Men eru rættiliga farnir at leggja seg eftir at betra seyðaslagið, teir hava. Nógvastaðni verða seyðasýningar havdar, sum so aftur eggja monnum at fáa bestu brundarnar aldar fram.
Skálvíkingar høvdu herfyri eina slíka sýning, og høvdu teir fingið menn norðaneftir at sýna seyðirnar.
Tann fremmandi, sum kemur at sýna seyð soleiðis, sær sjálvandi, hvussu seyðurin er vorðin. Hvussu høvuðburður, ull, bein og kropsbygningur annars eru. Mált verður við sentimeturmáli, og so verður tann vakrasti seyðurin tikin burturúr. Endað verður vanliga við at hava tríggjar fyrstu virðislønarseyðir gangandi í einum tippi, og so verður aftur valt millum eitt, tvey og trý.
Men tað, sum fremmandi sýnsmaðurin ikki sær, og ivaleyst heldur ikki veit, er hvørjum slagi seyðurin er av. Hvussu royndust mamman og omman annars? Er hetta vakra lambið eitt eindømi undan eini kanska seks ára gamlari ær, sum hevur veirð væl fyri í ár, nú árið annars er gott, men í aðrar mátar ikki hevur latið nakað undan sær? Kanska eitt geldæralamb?
Og soleiðis eru nógvir spurningar, sum ikki verða settir og tíansheldur svaraðir á eini slíkari sýning.
Og skiljandi er tað, tí sýnsmenninir hava bara ta einu uppgávuna. At døma um tað, teir síggja á staðnum.
Alt hitt má standa upp til tann einstaka røktingarmannin. Hann má hava skil fyri seyði. Kenna slag og ætt. Vita, hvar tað liggur, og eisini, hvussu tað hevur roynst undan slagnum ár um ár.
Tað dugir ikki bara at taka tað til einahvørja tíð størsta lambið úr rættini og gera upp.
Lætt er eisini í dag í mun til fyrr at fáa góðan seyð úr nógvum høgum. Sjálvandi er ymiskt, hvussu høgligir hagar eru, og har eftir sæst eisini úrslitið. Men nógvir hava góðar umstøður við húsum og við vegi, so lætt er at koma til við fóðri. Seyðurin verður væl passaður, og tað sæst aftur.
Men tað er ikki alt. Tann stóri parturin liggur hjá manninum.
Og dugir maðurin ikki at røkta, verður úrslitið mangan ikki nóg gott. Tað hevur víst seg so mangan.