– Nú mugu onnur sleppa upp í part at kappast við SEV. Tað heldur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. Hann sigur, at hann mundi sett kaffi í hálsin í morgun, tá ið hann frætti, at SEV ætlar at hækka prísin á streymi 10 oyru fyri kilowattið næsta ár. Tað verður ein eykaútreiðsla upp á einar 750 krónur um árið hjá einum miðal húski í Føroyum.
Les eisini: Fer at kosta eini vanligari familju 750 krónur um árið
SEV hevur fingið av at vita, síðani tey boðaðu frá í morgun, at prísurin á streymi fer upp. Og Johhny í Grótinum heldur, at hetta er eitt greitt dømi um, at elfelagið ber seg at sum ein monopolfyritøka. Tað, hann serliga hugsar um, er, at ein grundgeving fyri príshækkingi er, at elverkið á Sundi, sum gongur við olju, er bygt út fyri hundraðtals milliónir.
Johnny í Grótinum vísir somuleiðis á, at bæði í fjør, og í ár, hevur SEV lækkað prísin, men tá vistu tey eisini av, hvat útbyggingin á Sundi kostaði. Og samstundis sum at hetta hendir, standa aðrir veitarar, sum eru mestsum klárir at fara til verka at gera streym, sum teir siga, er bæði grønari og bíligari enn tann, SEV kann gera.
Les eisini: Vit góðtaka ikki ákærurnar
Búskaparfrøðingurin sigur, at hann hevur ofta tikið SEV fram sum eitt dømi um eitt natúrligt monopol, har myndugleikarnir støðugt mugu syrgja, at elfelagið ikki gera sær dælt av síni monopolstøðu. Hann sigur, at tær risastóru íløgurnar, sum krevjast at byggja orkuveitingina út, gera, at tað eru nakrar natúrligar forðingar hjá øðrum veitarum at taka kappingina upp við SEV.
Men nú vísir tað seg at tey bæði privatu oljufeløgini, Effo og Magn, sum eisini kalla seg orkufeløg, eru fús at taka upp kappingina við SEV. Hann vísir á, at bæði feløgini standa rættiliga ótolin og bíða eftir at sleppa at gera streym, tí tey ivast ikki í, at tey eru før fyri at taka kappingina upp við SEV og at tey eisini eru før fyri at veita fólki orku bíligari enn SEV klárar í dag.
Les eisini: Stjórin provokerar: Skal vit nú hækka prísin á olju
Johnny í Grótinum sigur, at hann skilur ikki, hví politikararnir ikki beinanvegin taka av og skapa fortreytir fyri, at onnur enn SEV, eisini sleppa fram at at gera streym, soleiðis at SEV ikki sleppur at hóreiggja sær sum tey vilja, sum hann málber seg.
– Tá ið møguleikin er fyri kapping, hví so ikki taka av, leggur hann afturat.
Hann heldur, at ein gongd leið kundi verið at samtykt uppskotið, Sambandsflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið um at leggja alt elnetið í eitt felag fyri seg, sum bæði SEV, og onnur, sum gera streym, so kunnu gera streym til.