Tað undrar ikki meg, Johan Samuelsen

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins


Í bløðunum í dag er eitt lesarabræv, har Johan Samuelsen leggur undirritaða undir at hava spilt løgmansrøðuna út og at hava skírt løgmann at vera "skizofrenan". Við hesi grundgeving er alt lesarabrævið ein persónlig útspilling av undirritaða og Tjóðveldisflokkinum.
Tað undrar ikki meg, at Johan Samuelsen skrivar slíkar útspillingar. Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar útspillandi greinar Johan Samuelsen hevur havt um undirritaða og Tjóðveldisflokkin, bara síðani eg kom inn í politikk. Har er onki mark yvirhøvur, og við lygnum og uppfunnum úttalilsum frá mær roynir Johan Samuelsen at sáa sítt hatur bæði í bløðum og á heimasíðum. Á sama hátt sum ein røð av øðrum lesarabrævsskrivarum, sum fólk kenna.
Tað undrar meg meira, at bløðini prenta slíkar útspillingar. Tað tekur ikki meira enn tveir minuttir at kanna sannleiksvirðið í hesum afturvendandi útspillingum.
Undirritaði hevur hvørki lopið á løgmann ella skírt hann "skizofrenan" undir viðgerðini av løgmansrøðuni. Hinvegin havi eg sum andstøðuleiðari bert tosað um politikkin (ella vantandi politikkin) hjá sitandi samgongu og víst á, hvørji mál Tjóðveldisflokkurin vil fremja.
Eg veit ikki, hvussu Johan Samuelsen finnur uppá slík ósannindi. Kanska trýr hann uppá tað, sum stendur í oddagrein í Sosialinum í vikuni.
Tey, ið vilja vita sannleikan um hetta mál kunnu sjálvi lurta eftir orðaskiftinum á løgtingi, sum liggur á heimasíðu løgtingsins.
Eg rokni nú við, at eg fái eina treytaleysa umbering frá Johan Samuelsen og frá teimum ábyrgdarhavandi, sum prenta slík ósannindi og harvið eru við til at leggja mær orð í munnin.