Tá U21 landsliðið leyp hvøkk á Týskland

(Kykmynd) Føroyska U21 landsliðið var á odda tvær ferðir ímóti Týsklandi fyri tveimum árum síðani

15. oktober 2013 spældi føroyska U21 landsliðið ein minniligan EM-undankappingardyst ímóti Týsklandi í Kassel, har 8.340 áskoðarar sóu føroyska U21 landsliðið stríðast manniliga, og spæla væl. Finski dómarin til dystin Dennis Antamo hevði sama kálvahjartað, sum so mangir aðrir dómarar, sum hava dømt føroysk lið, og tordi ikki at døma til Føroyar í avgerandi støðum. 

 

Føroyar vóru á odda 1-0 og 2-1, áðrenn Týskland við slit og bit fekk togað ein 3-2 sigur heim. Árni Frederiksberg legði Føroyar á odda í 11. minutti, har hann fekk bóltin í einum bleytum boga uppum týska málverjan. Árni varð spældur hegnisliga fríur av Gunnari Zachariasen, sála.  Ì 69. minutti legði Hørður Askham Føroyar á odda aftur, aftaná eitt langt innkast.

 

Týski venjarin - legendan Horst Hrubesch fór runt og tók í hondina á øllum teimum føroysku spælarunum, sum eina viðurkenning fyri dystin. Tað gav einki stig, men stóra æru.

 

TRÝST á HESA leinkjuna : 

http://www.dailymotion.com/video/x15zpit_germany-u21-vs-faroe-islands-u21-3-2_sport

 

og endursiggj málini frá minniliga 3-2 dystinum.

 

Føroyska U21 landsliðið 15. oktober 2013 :