? Um tú heldur á nóg leingi, so sleppur tú eina ferð undan at dragsa tungu taskurnar.
Orðini eigur Jens Martin Knudsen, sum við sínum 32 árum er elsti maður í síðsta landsliðsferðalagnum undan ár 2000, og sum er einasti maður, ið var við í fyrsta landsdystinum í 1988, og sum framvegis er í hópinum.
Og tá tú eygleiðir, hvørjar uppgávurnar hjá spælarunum eru, og hvussu teir bera seg at í hópinum, so er tað sjón fyri søgn, at tað er munur á. Hetta er ikki ein trupulleiki, men heldur ein styrki. Vejarin vil hava, at tað skal vera soleiðis, og spælararnir vita, at tað eigur at vera soleiðis.
Nýggir duksar
Tað hevur altíð verið so, og soleiðis er tað framvegis, at teir yngstu spælararnir skulu hjálpa ognarrøklinum, sum hesa ferð er Heðin Askham, at bera nógvu kassarnar og taskurnar við klæðum, bóltum og øðrum, sum hoyrir við til ferðalagið.
Onkuntíð verður tikið til, at tá tað snýr seg um uppgávurnar, so er tað ikki altíð ein fyrimunur at koma ungur á landsliðið. Julian Johnsson var 20 ára gamal, tá hann í 1995 spældi fyri fyrstu ferð á landsliðnum, og tað gekk rúm tíð, áðrenn hann og Henning Jarnskor komu undan leiklutinum sum taskuberarar.
Heðin á Lakjuni er 21 ára gamal, men hann er longu komin undan uppgávunum hjá teimum yngstu, tí Jákup á Borg, sum hevur spælt fleiri dystir enn Heðin á Lakjuni, og Rógvi Jacobsen eru báðir yngri enn Heðin á Lakjuni, og harvið eru tað teir báðir, sum nú taka tyngstu tøkini. Og so kunnu teir troysta seg við orðunum hjá Jens Martini Knudsen um, at um teir verða nóg drúgvir á landsliðnum, so sleppa teir undan at dragsa taskurnar.
Tryggu menninir
Tá landsliðið er saman ? um tað so er í Føroyum ella aðra staðni í Europa (higartil hevur landsliðið ikki verið aðra staðni í verðini enn í Europa) ? so er lagið vanliga gott, og soleiðis er tað eisini hesa ferð.
Men tað skerst sjálvandi ikki burtur, at spenningurin, bæði hjá teimum, ið fylgja við sum umboð fyri tey, ið heima í Føroyum vilja vita um, hvussu tað stendur til og gongst, og ikki ímillum spælararnar, er, hvussu liðið fer at síggja út.
Hjá summum er einki ivamál. Út frá undanfarnu dystum kenna teir seg ivaleyst fullvísar í, at teir skulu spæla við, og millum hesar teljast fleiri av verjuspælarunum. Tað er t.d. eingin ivi um, at Jens Kristian Hansen í kvøld fer at spæla fyri 31. ferð, at Hans Fróði Hansen fer at spæla fyri 11. ferð, at Óli Johannesen í kvøld fer at spæla 43. landsdystin, at Allan Mørkøre fer at spæla 46. ferð, og at Pól Thorsteinsson fer at spæla 19. landsdystin upp í slag.
Mest áhugaverdu
menninir
Landsliðsspælararnir vita væl, at tað snýr seg um dystin í kvøld. Teir skulu umboða føðilandið, og teir skulu gera tað virðiliga, men, sum vit søgdu í gjár, so vita teir eisini, at um teir røkja uppgávuna væl, so økist møguleikin fyri, at fótbólturin kann gerast teirra livibreyð.
Men hetta merkir ikki, at spælararnir ikki hugna sær. Tónin er lættur, og ikki minst fyri útisetarnar er tað hugaligt at vera sama við landsmonnunum og m.a. at verða kunnaðir um fótbóltstosið millum hinar, sum ikki minst snýr seg um, hvør skal spæla hvar komandi ár.
Teir, sum spæla í Føroyum, fyglja væl við í, hvussu tað gongst útisetunum, og hóast Jákup Mikkelsen ikki sigur so nógv um tað sjálvur, so eru hinir sjálvandi sera áhugaðir í, hvussu fótbóltsframtíðin verður hjá Herfølge málverjanum.
Tá landsliðsferðalagið mikukvøldið var í luftini, var tað serliga ein síða í Jyllandspostinum, ið hevði áhuga. Undir stórari mynd av landsliðsmálverjanum stóð grein undir yvirskriftini »Den stilfærdige jernmand«. Greinin snúði seg um føroyska landsliðsmálverjan, sum varð sagdur at vera millum tungu dreingirnar í superliguni, og sektiónin i blaðnum, sum greinin stóð í, fór sum ein annar drunnur runt umborð á Atlantsflog.