Tá tað ríður um snarið

-

Í demokratiskum londum hava parlamentini lyndi til at býta seg sundur í tveir rættiliga javnt stórar partar. Vit kenna tað frá okkara egna Løgtingi, har samgongur sjáldan hava meira enn ein tingmann, í mesta lagi tveir, í meiriluta.

Tað sama ger seg galdandi í størri londum. Í Danmark er tað vanligt, at munurin millum teir borgarligu og teir vinstrahallu flokkarnar er so lítil, at teir fýra tinglimirnir úr Norðuratlantshavi ? tveir føroyskir og tveir grønlendskir ? gera munin.

Aftur hesaferð var tað fyri nøkrum døgum síðani, at tað reið um snarið, hvør bólkur í Fólkatinginum fór at fáa meiriluta. Síðani hava kanningar víst, at teir borgarligu eru fremri, men tað kann jú broytast aftur, áðrenn valt verður í næstu viku.


At gera eina avtalu

Tjóðveldisflokkurin hevur havt umboðan á Fólkatingi í fýra ár, frá 1973?77, men kom ongantíð í ta støðu at eiga ta avgerandi atkvøðuna.

Tað hava harafturímóti bæði Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin havt. Hesir tríggir flokkar hava tá styðjað antin eina høgra- ella eina vinstrastjórn ? treytaleyst. Flokkarnir eru eisini farnir upp í danskar flokkar ? í Vinstra, Sosialdemokratiska Flokkin ella Konservativa Fólkaflokkin. Teir eru soleiðis vorðnir integreraðir partar av donsku politisku skipanini.

Eg haldi, at Tjóðveldisflokkurin eigur at reka politikk, har flokkurin fær kjansin til tað. Eisini á Fólkatingi. Tað er neyvan skilagott at velja fólk í eitt parlament við tí endamáli, at tey ikki skula reka politikk.

Kemur Tjóðveldisflokkurin at eiga ta avgerandi atkvøðuna, um so er, at tað ríður um snarið millum høgra og vinstra á Fólkatingi, eigur flokkurin at fáa sum frægast burturúr. Hann eigur at royna at gera eina avtalu, sum gagnar Føroyum og ber á ta politisku leið, sum er Tjóðveldisfloksins.


Uppílegging?

Afturfyri má umboð Tjóðveldisfloksins so binda seg til at styðja stjórnarsamgonguna og atkvøða fyri uppskotum, sum stjórnin leggur fyri Fólkatingið.

Onkur vil kanska vera við, at hetta er at leggja seg út í danskan politikk. Hartil er at siga, at danska grundlógin noyðir føroyingar meira ella minni at leggja seg út í danskan politikk. Tí í grundlógini er ásett, at føroyingar skula velja tvey umboð á Fólkating. Og ein og hvør fólkatingslimur hevur ávirkan ? antin hann so atkvøður ja ella nei ella blankt.

Men tað verður ikki eitt tjóðveldisumboð, sum fer at leggja danskan politikk til rættis. Tað gera danir sjálvir.

Danskir myndugleikar hava lagt seg út í føroysk viðurskifti í 600 ár. Tað man ikki bila, um ein tjóðveldismaður ella -kvinna ávirkar avgerðirnar í Fólkatinginum í nøkur ár, hóast bæði hond og rødd Tjóðveldisfloksins eru føroysk.