Tað tók Heilsutrygd 8 mánaðir at svara

– Hetta er als ikki nøktandi, sigur Løgtingsins umboðsmaður

Tað tók Heilsutrygd nærum átta mánaðir at svara einari innlitsumbøn frá borgara. Viðkomandi hevur í hesum sambandi kært málið til løgtingsins umboðsmann, sum nú er komin við svari. 

– At Heilsutrygd ikki svarar einari innlitsumbøn frá 23. novembur 2019 fyrr enn 17. juli 2020 t.v.s. nærum 8 mánaðar eftir móttøku av innlitsumbønini er als ikki nøktandi, sigur løgtingsins umboðsmaður.

– Tað er heldur ikki nøktandi, at Heilsutrygd ikki avgreiðir eitt slíkt mál ella gevur mær frágreiðing um málið fyrr enn 5 mánaðar eftir at klagan er send Heilsutrygd til ummælis. Eg fari tí at geva Heilsutrygd eina átalu fyri handfaringina av hesum máli, sigur løgtingsins umboðsmaður.

Tann 7. februar 2020 fekk løgtingsins umboðsmaður klagu frá einum persóni um, at Heilsutrygd ikki hevði svarað hansara innlitsumbøn frá 23. novembur 2019 í egið mál viðvíkjandi heilsutrygdargjaldi.

Tann 10. februar 2020 sendi løgtingsins umboðsmaður skriv til Heilsutrygd og bað um frágreiðing um málið. Tann 13. mai 2020 minti umboðsmaðurin Heilsutrygd á málið.

Tann 20. juli 2020 kunnaði Heilsutrygd um, at tann 17. juli 2020 játtaði Heilsutrygd klagaranum innlit í egið mál umframt annað generelt mál um útisiglarar og frítøku fyri heilsutrygdargjald, tó burtursæð frá innliti í ávísar persónligar upplýsingar um annan borgara.

Heilsutrygd hevur víst klagaranum á, at avmarkingarnar í innlitinum kunnu kærast til Heilsuog innlendismálaráðið og at kærufreistina er 4 vikur.

Løgtingsins umboðsmaður sigur soleiðis:

– Viðmerkjast skal, at kæruávísingin av røttum burdi verið til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sí § 16 stk. 4 í fyrisitingarlógini og § 15 stk. 2 í lógini um alment innlit.

– Sambært § 16 stk. 1 og 2 í innlitslógini (løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina) skal ein myndugleiki, sum fær eina innlitsumbøn, sum skjótast gera av, um áheitanin kann verða gingin á møti. Er áheitanin um innlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

Nú Heilsutrygd hevur svarað innlitsumbønini ger løgtingsins umboðsmaður ikki meira við málið.