Formula-deildin 24. UMFAR
Trý umfør undan kappingarenda er einki avgjørt. Hvørki í toppinum ella í botninum. Tá ið B36 hevði lagt seg framum móti HB í Gundadali, og EB/Streymur hevði lagt seg framum á Toftum, bendi tað eina løtu á, at FM heitið mest sum skuldi koma upp á pláss hjá EB/Streymi í góðveðrinum sunnudagin, men soleiðis tørnaði tað ikki út.
Munurin millum EB/Streym og HB var undan 24. umfari sjey stig. Nú er hann fimm stig. Eftir tapið móti HB er B36 níggju stig aftanfyri EB/Streym. Tað eru trý umfør eftir at spæla, og tá ið nógv betri málmunurin hjá EB/Streymi enn tann hjá B36 verður roknaður uppí, so er teoretiski møguleikin hjá B36 at endurvinna FM heitið burtur.
Harvið er HB einasta felagið, sum kann taka FM heitið frá EB/Streymi. Um tað fer at eydnast, er ein annar spurningur. Skráin hjá EB/Streymi er GÍ (h), ÍF (ú) og KÍ (h). Skráin hjá HB er VB/Sumba (h), B68 (ú) og ÍF (h). Á pappírinum tykist skráin hjá HB at vera lættari, enn skráin hjá EB/Streymi er tað. At tað fram móti kappingarenda ikki bara er sum at siga tað at spæla móti botnliðunum, var sunnudagurin á Svangaskarði góð áminning um.
At HB nú er fýra stig undan B36 ber við sær, at HB eftir øllum sólarmerkjum at døma í hvussu so er hevur tryggjað sær rætt at luttaka í UEFA Cup, og tað hevur stóran týdning fyri HB, sum í landskappingini ikki hevur tapt, síðani teir 2. juli taptu 6-0 móti B36. Sigurin hesa ferð og góða gongdin seinastu nógvu ferðirnar ber við sær, at stoyturin av tí avklamsingini ikki er so meinur nú, sum hann hevur kenst síðani fyrst í juli.
Lyklauppgerð sunnudag
Í botninum er spenningurin størri nú. ÍF smurdi VB/Sumba av í Vági, og B68 megnaði at fáa eitt stig á heimavølli móti oddaliðnum. Úrslitini bera við sær, at B68 nú er aftast, og at ÍF og VB/Sumba hava eitt stig fleiri enn botnliðið.
Skráin hjá B68 sær soleiðis út: ÍF (ú), HB (h) og NSÍ (ú). Skráin hjá ÍF er B68 (h), EB/Streymur (h) og HB (ú). Hjá VB/Sumba er skráin HB (ú), NSÍ (h) og Skála (ú).
Seinastu vikurnar kundu bent á, at VB/Sumba er ógvuliga illa fyri. Við úrslitunum tvær tær seinastu ferðirnar móti teimum báðum botnliðunum (1-6 á Toftum og 1-4 á heimavølli móti ÍF) í huga er ilt at ímynda sær, at VB/Sumba skal megna at gera nakað við HB, NSÍ og Skála.
Sunnudagin skal B68 til Fuglafirðar. Gongdin seinastu vikurnar bendir á, at tann parturin í hesi oyggjauppgerðini, sum møguliga megnar at vinna øll stigini, fer at standa seg væl í tríkappingini um at sleppa undan niðurflytingini.
Steypið spøkir
Fyri einari viku síðani varð víst á, at Løgmanssteypið kostar stig hjá teimum, sum framvegis eru partur av steypakappingini. Ta ferðina taptu trý av liðunum, sum mikukvøldið skuldu spæla hálvfinalu í steypakappingini.
Mikukvøldið er aftur hálvfinaluumfar á skránni. Skála skal spæla í Klaksvík, og EB/Streymur skal spæla í Gundadali móti B36. KÍ vann hesa ferð tætta uppgerð móti NSÍ, og Skála megnaði málleysan javnleik í Gøtu. Hjá EB/Streymi hilnaðist tað ikki so væl á Toftum, sum tað kundi roknast við, at tað skuldi gera hjá oddaliðnum, og B36 tapti grannauppgerðina móti HB.
KÍ tykist longu so at siga at hava tryggjað sær pláss í finaluni, og Skála tykist longu at vera fokið úr steypakappingini. Tí er væl hugsandi, at avrikini hjá KÍ og Skála sunnudagin ikki vóru merkt av, at tey skulu spæla hálvfinalu mikukvøldið.
Millum EB/Streym og B36 endaði tað 1-0 til heimaliðið, tá ið liðini mikukvøldið spældu hálvfinalu á Eiði. Harvið er alt púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Gundadali nú mikukvøldið. Tað kann ikki avskrivast, at hesi bæði liðini sunnudagin hugsaðu eitt sindur um hálvfinaluna og harvið ikki fult og heilt vóru savnað um uppgávurnar, sum tey ikki megnaðu at loysa so væl, sum tey sjálvandi høvdu ynskt at gera.
Í 25. umfari, sum FSF eftir fund við feløgini síðsta fríggjakvøld hevur staðfest verður spælt nú sunnudagin 1. oktober, er skráin: HB-VB/Sumba, EB/Streymur-GÍ, NSÍ-B36, Skála-KÍ og ÍF-B68.









