Tað swingaði í Vesturkirkjuni

Tað var ikki eitt pláss eftir í Vesturkirkjuni, tá United Voices og GHM høvdu jólakonsert saman í gjárkvøldið.

Hetta var ein roynd at sjóða saman eitt vælswingandi gospelkór og eitt gott, gamalt hornorkestur til eina eind í eini forvitnisligari jólakonsert.
Undir hegnisligari leiðslu av Eiriki Skála fingu áhoyrararnir eitt ótrúliga gott upplivilsi av sangi, tónleiki og soloframførslum í sangi og spæli á sera høgum støði.
Konsertin prógvaði til fulnar, at tað ber væl til at sjóða tveir slíkar bólkar saman her á landi.
Eftir konsertina vóru fólk á einum máli um, at slíkar konsertir eigur ein at sleppa oftari til.